Uttanlands

Frakland: Deyðiligasti eldsbrunin í tíggju ár

Ein kvinna og sjey børn hennara lótu lív, tá eldur kyknaði í einum húsum í Norðurfraklandi í nátt

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-02-06 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt var ein syrgilig hending í býnum Charly-sur-Marne í Norðurfraklandi, uml. 80 kilometrar eystanfyri París.

Grannar varnaðust stutt fyri klokkan eitt í nátt franska tíð, at eldur var í einum húsum, og varð ringt eftir sløkkiliðnum.

Í húsunum vóru níggju fólk, og tíverri varð bert ein persónur bjargaður úr brennandi húsunum. Hini, ein kvinna og sjey børn hennara, doyðu av roykeitran.

Børnini vóru millum tvey og 14 ár – fimm gentur og tveir dreingir, upplýsir lokala løgreglan og sløkkiliðið.

Maðurin hjá kvinnuni, sum var pápi til trý av børnunum, varð bjargaður úr húsunum, men hann fekk álvarsligan skaða, og fær hann í løtuni viðgerð á einum sjúkrahúsi.

Orsøkin til eldin verður hildin at vera ein feilur við einari turkitrumlu, sum stóð í stovuhæddini av húsunum. Maðurin royndi, sum skilst, at sløkkja eldin, meðan kvinnan og børnini rýmdu upp á fyrstu hædd. Men tað var trupult hjá sløkkiliðnum at fáa atgongd til hesa hæddina útifrá, og tí bar ikki til at bjarga teimum.

Tilsamans 80 sløkkiliðsfólk vórðu boðsend at taka sær av eldinum.

Sambært Ritzau er talan um deyðiligasta eldsbrunan, sum hevur verið í Fraklandi seinastu tíggju árini. Í 2023 doyðu fimm børn millum tvey og níggju ár í Norðurfraklandi. Tá var tað eisini roykeitran, sum var orsøkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder