Innanlands

Veðrið ávirkar koyringina hjá bygdaleiðum aftur í morgin

Strandferðslan boðar frá, at fleiri bygdaleiðir ikki koyra seinnapartin í morgin, meðan aðrar ikki koyra í morgin yvirhøvur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-02-06 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði Strandferðslan frá, at fleiri avlýsingar og broytingar kundu væntast á oyggja- og bygdaleiðunum fyrst í hesari vikuni vegna veður. Higartil hevur tað havt við sær, at tveir túrar hjá Smyrli – klokkan 11.30 og klokkan 16 – eru avlýstir, og at fleiri bygdaleiðir heldur ikki koyra í løtuni.

Strandferðslan sigur, at samferðslan væntast at verða ávirkað til og við mikudagin 8. februar. Boðað verður í dag frá, at fleiri bygdaleiðir ikki koyra seinnapartin í morgin, meðan aðrar ikki koyra í morgin yvirhøvur.

Sambært Strandferðsluni verður eingin sigling á leið 85 og leið 8 í morgin, og tað verður heldur eingin koyring á leiðunum 223, 444, og 481.

Leið 200 koyrir síðsta túr av Oyrabakka klokkan 11.35, leið 202 koyrir síðsta túr úr Tjørnuvík klokkan 9.15, og leið 440 koyrir síðsta túr úr Søldarfirði klokkan 12.20.

Leið 400 koyrir síðstu túrarnar úr Klaksvík klokkan 11.50 og úr Havnini klokkan 12.10, leið 401 koyrir ikki túrin úr Havnini klokkan 16.15, og síðstu túrar á leið 410 verða koyrdir úr Fuglafirði klokkan 11.55 og úr Gøtudali klokkan 12.10.

Leið 500 koyrir síðsta túr úr Klaksvík klokkan 11.35, og hjá leið 506 verða tað bert túrarnir av Trøllanesi klokkan 6.25 og 7.45, og úr Syðradali klokkan sjey og 8.20, sum verða koyrdir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder