Innanlands

Bakkastovan letur upp

Bakkastovan á Hotel Bakkanum í Vági letur upp týsdagin 7. februar

2023-02-06 16:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin 7. februar letur Bakkastovan upp.

Bakkastovan er niðari endi av Hotel Bakkanum, sum vendir oman ímóti sjónum við hugnaliga útsýninum vestur eftir fjørðinum og vestur á Eiði.

[object Object]

Í Bakkastovuni verður kafé týsdag til fríggjadag frá kl. 11-17 við smárættum, køkum, smoothies og øðrum góðum. Eisini verða hugnatiltøk um vikuskiftini um kvøldarnar, sum verða lýst so hvørt. Boblandi fríggjadagur, tónleikakvøld og temakvøld fyri at nevna nøkur hugnatiltøk, sum verða á skránni.

Bakkin Steakhouse, matstovan á Hotel Bakkanum, hevur opið hósdag-leygardag frá kl. 18-22 (køkurin steingir kl. 21) og sunnudag við sunnudagsdøgurða frá kl. 14-18.

Hotel Bakkin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder