Uttanlands

Ávarar um møgulig yvirgangsálop í Svøríki

Amerikanska sendistovan í Stockholm ávarar um møgulig yvirgangsálop í kjalarvørrinum á koranavbrenningunum í Evropa

Muslimar í Jakarta mótmæla koranavrenningar í Svøríki (Mynd: EPA)

Muslimar í Jakarta mótmæla koranavrenningar í Svøríki (Mynd: EPA)

2023-02-06 17:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sendistovan í Stockholm ávarar nú amerikanarar í Svøríki um møgulig yvirgangsálop.

Orsøkin er koranavbrenningarnar í Evropa.

– Heitt verður á amerikanskar ríkisborgarar um at vera varnir, tá teir fara út á almenn støð, har nógv fólk vanliga savnast, skrivar amerikanska sendistovan í Stockholm á heimasíðu sína.

Heitt verður m.a. amerikanskar ríkisborgarar um at halda seg frá mannamúgvum, halda lágan profil, og at halda eyga við lokalum miðlum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder