Innanlands

Fleiri skip landa svartkjaft í Fuglafirði

Finnur Fríði, Tummas T og Norðingur eru øll komin á Fuglafjørð við svartkjafti

Nógv arbeiði er hjá Havsbrún í Fuglafirði (Savnsmynd)

Nógv arbeiði er hjá Havsbrún í Fuglafirði (Savnsmynd)

2024-05-04 13:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Finnur Fríði, Tummas T og Norðingur eru øll komin á Fuglafjørð við svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún.

Finnur Fríði hevur júst landað 2.100 tons av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Tummas T skal byrja seinnapartin at landa 1.250 tons av svartkjafti, sum skipið eisini hevur fiskað í føroyskum sjógvi.

Á middnátt skal Norðingur landað 1.900 tons, sum teir eisini hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Svartkjaftafiskiskapurin í føroyskum sjógvi er góður í løtuni, og fleiri skip hava eisini verið uttanlands seinastu dagarnar og landa svartkjaft. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder