Innanlands

Malan skrivað bachelor ritgerð um vill rognkelsi

Ritgerðin hjá Maluni, sum hon vardi 23. november, eitur “Vistskipanir í fjøruni við og uttan rognkelsi” – Í verkætlanini hevur Malan kannað 16 ymiskar fjørur fyri at vita hvat lív var at finna, og hvørt rognkelsi livdu har

2022-11-26 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Malan Joensen, lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya, vardi 23. november, bachelor ritgerð sína, sum eitur “Vistskipanir í fjøruni við og uttan rognkelsi”, og gekk verjan væl.

Í verkætlanini hevur Malan kannað 16 ymiskar fjørur fyri at vita hvat lív var at finna, og hvørt rognkelsi livdu har. Kanningarnar vórðu gjørdar árið runt og kring alt landið. Høvuðsniðurstøðurnar frá ritgerðini vóru, at fyri at rognkelsi skulu trívast, má tari við passaligari flatu vera tøkur at sita á. Hetta er til dømis sukurtari og tarablað. Somuleiðis ber til at finna smá rognkelsi har skúvtari er til staðar, meðan størri rognkelsi eru ikki, har skúvtari er. Ongin greiður samanhangur var ímillum onnur djórasløg, sum liva í taranum, og rognkelsi.

– Vitanin, sum er komin burturúr hesi verkætlan er týðandi, tá metast skal um grundleggjandi tørv og liviumstøður hjá rognkelsi. Hetta er vitan sum kann nýtast í arbeiðinum at skilja og betra um liviumstøður hjá rognkelsi, sum verða brúkt í alivinnuni, sigur Ása Johannesen, granskari í fiskaatferð og fiskavælferð.

Vegleiðarar vóru Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, og Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Próvdómari var Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling.

Fiskaaling


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder