Innanlands

Tyrlan úti eftir sjúkum fiskimanni

Birita var stødd 110 fjórðingar norðan fyri Føroyar tá biðið var um hjálp

Birita (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Birita (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-29 08:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Boð vóru eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi í gjárkvøldið, tá uppsjóvarskipið Birita bað um hjálp, tí tey høvdu ein sjúkan mann umborð.

Birita var tá stødd 110 fjórðingar norðan fyri Føroyar.

Tyrlan fór eftir manninum, og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Túrurin tók tríggjar tímar, upplýsir MRCC.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder