Innanlands

Omanfyri 10.000 tons av svartkjafti til Havsbrún

Aftur hesa vikuna verður nógvur svartkjaftur landaður í Fuglafirði

Christian í Grótinum landar 3400 tons til Havsbrún (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum landar 3400 tons til Havsbrún (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-02-03 07:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur hesa vikuna verður nógvur svartkjaftur landaður á Havsbrún í Fuglafirði.

Í yvirliti á havsbrun.fo sæst, at Norðingur landar 1550 tons, Borgarin 1900 tons, Christian í Grótinum 3400 tons, Vestmenningur 1700 tons og Hoyvík 1550 tons.

Tilsamans 10.100 tons av svartkjafti sum verða landað til ídnað á Havsbrún.

Hetta er eitt lítð vet minni enn í síðstu viku tá 13.750 tons vórðu landað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder