Innanlands

Heimsins størsta seismikkskip á Nólsoyarfirði

Heimsins størsta seismikkskip hevur seinastu dagarnar ligið á Nólsoyarfirði. Tað kemur eftir eykalutum, skiftir nakrar av manningini og bíðar eftir betri veðri, áðrenn tað fer í Norðsjógvin.

Ramform Hyperion á Nólsoyarfirði. Mynd Jan Müller

Ramform Hyperion á Nólsoyarfirði. Mynd Jan Müller

2024-04-14 13:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um Ramform Hyperion, sum er tað nýggjasta í stóra Ramform flotanum, ið saman við Thor hjálpar- og veitingarskipum arbeiðir kring allan knøttin.

[object Object] 

Skipið er ávegis til arbeiðsuppgávur í Norðsjónum men vegna tørv á eykalutum hevur tað lagt leiðina inn til Føroya eins og til at skifta nakrar av manningini. Tað er sjáldsamt, at hesi stóru frálandsskipini koma henda vegin.  Hetta hendi nøkur ár herfyri, tá eitt av teimum størstu Ramform skipunum, Ramform Titan,  legði at bryggju í Fuglafirði fyri m.a. at bunkra og keypa aðrar vørur og tænastur. Tað var í sær sjálvum ein stórhending, sum gav eina ábending um, at Føroyar kanska veruliga fóru at gerast ein útgerðarhavn í Norðuratlantshavi fyri mongu frálandsskipini, ið arbeiða í nærumhvørvinum og grannalagnum. Nakað, sum bæði veitaravinnan eins og politisku myndugleikarnir raðfesta høgt.

[object Object]

Nýggjasta vitjanin av enn einum Ramformskipi byrjaði mikudagin, og eftir ætlan fer skipið avstaðaftur í dag.  Teir hava so valt at vera her í nakrar dagar, til veðrið batnar sigur Jan Hjaltalin hjá Tor Shipping, sum er agentur hjá reiðarínum PGS, ið eigur skipið. Saman við seismikkskipinum er eisini eitt av veitingarskipunum hjá Thor í Hósvík, Thor Magne,  komið til Føroya. Tað liggur við bryggju í Havn og fylgir tað Ramform Hyperion í tess arbeiði. Reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur nøkur av mest framkomnu veitingarskipum til seismikkvinnuna, hevur eina langtíðar avtalu við norska PGS. 

[object Object]Thor Magne við bryggju í Havn fylgist við Ramform Hyperion. Mynd Jan Müller

Orkan.fo hevur spurt Jan Hjaltalin, hvussu tað ber til, at seismikkskipið ikki kemur í føroyska havn og harvið kann fáa vørur og tænastur heldur enn at liggja úti á fjørðinum við tí avmarking tað hevur við sær.  Til tað sigur hann, at vanliga plaga slík offshoreskip at koma í havn at skifta manning og fáa aðrar vørur og tænastur um somu leið.

Tað var so eisini eitt ynski frá norska reiðaríinum at kunna koma í føroyska havn og her skifta alla manningina uppá 50 mans.  Her var Kollafjørður uppá tal. Men vegna serstakar reglur fyri loyvi at koma í land í Føroyum, bar ikki til hjá fólki mest uttan fyri Evropa eitt nú filipinar at koma í land uttan serstakt "Faroe Island Visa."

Hetta er krav frá myndugleikunum, sum løgreglan umsitur. Tá tað vil taka ov langa tíð at fáa slík visa til nakrar av manningini gjørdi PGS av at sleppa ætlanini at fara í føroyska havn. Og ístaðin fyri at skifta alla manningina í Føroyum varð avgjørt, at nakrir fáir persónar skuldu fara í land og nakrir umborð. Nú fer skipið so í aðra havn antin í Hetlandi ella Noregi at skifta alla manningina, har tað eftir øllum at døma ikki eru galdandi eins strangar visumreglar.  

Jan Hjaltalin sigur, at hetta er sera óheppið ikki bara fyri tey sum umboð men fyri alla føroyska vinnu, sum kann hava gagn av eitt nú manningarskifti, at tað nú eftir øllum at døma vísir seg, at reglurnar fyri at koma og fara um føroyskan keikant eru herdar. Hetta er sjálvandi stórt spell, tá hugsað verður um, hvørjar jaligar avleiðingar tað kundi fingið fyri Føroyar, um eitt so stórt skip kom í føroyska havn og gjørdi fult manningarskifti eins og tað harvið eisini kundi fingið aðrar vørur og tænastur. 

[object Object]Ramform Titan vitjar á Fuglafirði nøkur ár herfyri at bunkra og gerast út til kanningar í Barentshavinum. Mynd Jan Müller

Jan Hjaltalin viðgongur, at reglarnir fyri at fáa fólk í land eitt nú í sambandi við manningarskifti eftir øllum at døma gerast strangari og leggur  hann aftrat, at sjálvandi skulu reglar og lógir virðast og haldast ikki minst, tá talan er um trygd, men tað mátti borið til at kunna brúkt aðra mannagongd í sambandi við eitt manningarskifti. Reglarnar eru eftir øllum tær somu fyri sjófólk sum fyri ferðafólk, og tað heldur hann vera óheppið og spyr, hví ikki myndugleikarnir heldur kunnu brúka sjófartsbókina hjá teimum heilt fáu útlendingunum, sum koma úr londum so sum Filipsoyggjum heldur enn at krevja visum, vitandi, at hetta ikki bara er sum at siga tað og krevur bæði umsitingararbeiði og tíð.

Og tað vísir seg, at tá slíkar “strangar” reglur eru galdandi í Føroyum, tá velja reiðararí lættari og skjótari leiðina tvs. at fara til land, sum ikki setir so strong krøv á júst hesum øki. Eitt teirra kundi so verið grannin Hetland, sum tá vil vera meira kappingarførur enn Føroyar at fáa ein vinnulígan ágóða á virksemi, sum fer fram í grannalagnum.  

Ikki bert fyri eitt felag, sum hevur til arbeiði at umboða útlendsk reiðarí, tá teirra skip eru í føroyskum umhvørvi, hevur hetta avleiðingar. Eisini fyri veitarar av ymsum slag, tað verið seg teir, ið lata vatn, olju, proviant og eitt nú taka sær av umvæling ol. og ikki minst fyri gistingarhús eins og flogvøll og Atlantic Airways kann hetta hava óhepnar avleiðingar við sær. 

[object Object]Ramform Titan bunkrar í Fuglafirði nøkur ár herfyri. Tá var tað eisini Tor Shipping, sum var egentur. Mynd Jan Müller

Frá Tor Shipping frætta vit,  at eitt stórt frálandsskip " 7 Waves”  skuldi koma til Føroya at skifta manning og fáa vørur og tænastur fyri stuttum,  men gjørdi av ikki at koma henda vegin vegna nettupp strongu reglarnar fyri manningarskifti.

Alt hetta kundi verið broytt, um tað bara ikki vórðu sett somu krøv til sjófólk sum til ferðafólk, hvat visakrøvini jú fyrst og fremst eru til fyri. Ein sjófartsbók heldur enn eitt serstakt “Faroe Island Visum” hevði kunnað latið upp fyri trupulleikunum.

Reglarnar, sum orkan.fo skilur tað, eru, at tað krevst eitt  serstakt visa fyri at koma í land hjá ávísum tjóðskapum:

"VISA – Valid for Faroe Islands":

Passengers, from countries with a visa requirement, must have a visa, which is specifically valid for entry into the Faroe Islands. A visa to enter Denmark or another Schengen country is not valid for entry into the Faroe Islands. Please see visa requirements etc. https://www.nyidanmark.dk/en-GB/Words-and-concepts/US/Visum/Countries-with-a-visa-requirement-and-visa-free-countries

Í leinkjuni omanfyri sæst, hvørjir tjóðskapir krevja visa.

Orkan.fo fer at fylgja hesum máli upp í komandi greinum, nú hetta eru mál, ið kunnu hava stórar avleiðingar sum heild fyri føroyska veitingarvinnu, havnir, flogvallir ol. Tí um stranga umsitingin og tullkingin  av visareglunum ger, at útlendsk reiðarí í framtíðini fara at velja Føroyar frá, tá gongur hetta beint ímóti ynskinum og viljanum hjá politisku skipanini og vinnulívinum annars um, at Føroyar skulu gerast ein tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder