Innanlands

Turbinan á Strond óvirkin

Trupulleikar eru við turbinuni á vatnorkuverkinum á Strond í Klaksvík í løtuni, og hon er tí óvirkin.

2024-04-15 17:30 Author image
Jan Müller
placeholder

“Tað kann taka tíð at fáa eykalutir, og tí kunnu vit rokna við, at hetta kann taka nakrar vikur”, sigur Sæmund Tausen, leiðari á grønu orkuverkunum hjá Sev.

Nógv vatn er í byrgingini, og roknast kann við, at tað fer at renna yvir, nú turbinan er óvirkin stendur á heimasíðu hjá SEV. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder