Uttanlands

Norra, Grønland og Danmark undir samstarv um havbotnsmineral

Londini skulu brúka samstarvið til at læra meira um havbotnsmineral

 Kjersti Dahle, stjóri fyri tøkni, greining og samstarvi í norska Sokkeldirektoratet við eini sulfidroynd. 

 Kjersti Dahle, stjóri fyri tøkni, greining og samstarvi í norska Sokkeldirektoratet við eini sulfidroynd. 

2024-04-16 17:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Avtalan, sum er gjørd, er ein roynd at økja um vitanina um havbotnsmineral. Tað er norska “Sokkeldirektoretet” sum vegna Norra hevur ruddað slóð fyri avtaluni, ið verður nevnd “Memorandum of Understanding” við grønlendskar myndugleikar og GEUS, sum er jarðfrøðiligi myndugleikin í Danmark og sum eisini fevnir um Grønland.

Avtalan hevur sum mál at økja um kunnleikan til havbotnsmineral. Í sambandi við samstarvið er umsókn send til norðurlendska ráðharraráðið um stuðul til verkætlanina “Knowledge Centre for Responsible Sourcing of Deep-sea Minerals in the Artic Region”.

Verkætlanin miðjar móti at byggja upp ein felags kunningarbasa í øllum trimum londunum um viðurskifti, sum viðvíkja mineralvirksemi á havbotninum. Hetta skal gerast á arbeiðsfundum og við kjaki.

Kunning til onnur, sum hava áhuga fyri havbotnsmineralum, er ein týðandi partur av arbeiðinum. Stigtakararnir til samstarvið rokna við at fáa svar uppá umsóknina um stuðul frá norðurlendska ráðharranum í summar skrivar “Sokkeldirektoratet” á síni heimasíðu. 

Éisini í Føroyum verður gjørt eitt miðvíst arbeiði at kanna havbotnsmineral á føroyska landgrunninum. Tað er Jarðfeingi, sum stendur fyri hesum arbeiði. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder