Innanlands

Størsta framstig higartil á grønu leiðini í Føroyum

-At tað lukkaðist at fáa hesa risa verkætlanina upp at standa upp á so stutta tíð vísir, hvussu skjótt eitt orkuskifti kann fremjast, um man hevur vinnuna við. Tí er tað so ómetaliga umráðandi at hava vinnuna við í øllum liðum í orkuskiftinum

Janus Thomsen, stjóri í EFFO, fegnast um, at orkuverkætlanin á Gellingarkletti er komin undir land.

Janus Thomsen, stjóri í EFFO, fegnast um, at orkuverkætlanin á Gellingarkletti er komin undir land.

2022-12-03 13:49 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði Janus Thomsen, stjóri í EFFO, tá vindmylnulundin á Gellingarkletti varð tikin í nýtslu fríggjadagin.

EFFO stjórin umrøddi nógvar tættir í hesi stóru verkætlan, tá ein stórur skarði av fólki varð komin saman á Glellingarkletti at fylgja við, tá løgmaður trýsti á knøttin,  og tær seks stóru vindmyllurnar frá Vestas fóru at mæla av álvara. Hann segði m.a.:

“Tað er við gleði og stoltleika at vit kunnu bjóða tykkum vælkomnum niðan á Gellingarklett í dag, hóast veðrið ikki er av tí besta.

Men tá man er í hesi vinnuni, so gleðist man eisini um, at vindurin blæsir.

So vit fegnast sum sagt, tí tað er í dag, at vit ynskja at hátíðarhalda, at størsta framstig higartil á grønu leiðini í Føroyum er tikið í nýtslu.

6 nýggjar Vestas vindmyllur snara nú dag og nátt og hóvliga framleiða tær grøna orku til okkum føroyingar.

[object Object]

Eg sigi hóvliga, tí tey, sum hava sæð myllurnar (og tað hava nokk tey flestu ) hava óivað lagt til merkis, at tær ongantíð fara upp at flákra, men snara við jøvnum rørðslum, óansæð veður og vind.

Sjálvur havi eg úr stovuvindeyganum útsýni yvir allar vindmyllurnar á Gellingarkletti og kann tí heimanífrá eygleiða um framleiðslan er høg ella lág.

Men av tí at framleiðslan fyri tað mesta er jøvn, verði eg onkursvegna leiddur á aðrar tankar. Tí í nógvum førum minna hesar myllurnar ikki sørt um arbeiðslagið hjá sjálvum stjóranum í Vindrøkt, Jóhan í Niðristovu.

Tí tann, sum kennir Jóhan, veit, at hann er í gongd alla tíð. Hann fer ongantíð upp at flákra, og hann gongur ongantíð fyri einki. Framleiðslan er jøvn og áhaldandi, hóvlig. Tað er nokk tað tey kalla vestmannalyndi.

[object Object]

Janus Thomsen: -Júst fyri Effo, ið er ein stytting fyri Føroya Orkufelag, hevur ein tílík verkætlan stóran týdning. Effo hevur veitt føroyingum orku í meir enn 100 ár. Ynskja vit framhaldandi at gera tað, verður neyðugt at veita tí orkuna, ið kundin eftirspyr. Í løtuni er tann orkan El orka. Tí ynskir felagið at vera ein virkin viðleikari í orkuskiftinum frameftir. Og tað fegnast Magnus Rasmussen, orku- og vinnumálaráðharri um.  


Hetta er sum sagt ein sera stór verkætlan í føroyskum høpi og eru hetta størstu vindmyllur, ið eru í landinum.

Tornini eru 91,5 m. høg. - Veingjaspennið er 117 m. - Samlaða hæddin er 150 m.

Hvør mylla vigar 450 tons. Fundamentini viga 2.000 tons hvørt.

Hvør mylla er 4,2 MW og samlaði mátturin er tí 25,2 MW. Árliga framleiðslan verður 100 GWH.

Hetta bleiv eitt sindur tekniskt, men 100 GW (100 mio. Kwt) tímar svarar áleið til samlaðu nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, ella til alla bilparkina, um allir bilar í Føroyum vóru El riknir.

[object Object]

Mong kend andlit frá føroyskum vinnulívi vóru at síggja til hátíðarhaldið, her m.a. Líggjast í Bø og Súni Swartz. 


Í Føroyum í dag framleiða vit uml. 400 GWH tímar av el um árið, harav á leið 60% hevur verið framleitt úr olju.

100 er ein fjórðingur av 400, so hendan vindmyllulundin kemur at framleiða 25% av allari framleiddari EL orku í Føroyum.

Tað er neyvt tað sama sum øll vatnorka fær til vega, so talan er veruliga um eina risa verkætlan, ið førir okkum langt fram á grønu leiðini.

At framleiddi kwt harafturat er bíligur, kemur okkum brúkarum sera væl við. Ikki minst nú flestu el prísir kring Evropa eru í andaleypi og tyngja mangt land, húsarhald og vinnu.

Ein slík verkætlan krevur gott samstarv innan nógv økir, tí hon fevnir breitt. Alt frá veitarum, til avvarandi myndugleikar á alskyns økjum.

[object Object]

Helgi Abrahamsen, fyrrverandi orku- og vinnuráðharri og Siggert Patursson høvdu leitað sær niðan á Gellingarklett til hátíðarhaldið. 


At vit í dag standa her, ber boð um, at hetta samstarvið bar á mál – hóast stórar og nógvar avbjóðingar í øllum liðum.

Men alla tíð var ein vilji til staðar, og vit vita, at har ein vilji er, er eisini ein vegur á mál.

[object Object]

Undangongumaður aftanfyri verkætlanina "Gellingarklettur" Johan í Niðristovu og løgmaður, Báður á Steig Nielsen. 


Tí vil eg takka øllum, ið hava virkað við í hesi verkætlanini.

Nógv bleiv lagt fyri at velja føroyskar veitarar og hevur tað arbeiði sjálvsagt verið væl frágingið.

Tílíkar myllur eru ikki hyllavøra, so neyðugt var eisini at gera brúk av útlendskum veitarum og hava teir allir víst stórt ágrýtni og forstáilsi, m.a. tá serføroysku veðurviðurskiftini hava gjørt um seg.

Somuleiðis tøkk til Røkt, við Jóhan á odda, og hevur familjan Í Niðristovu framum nakran annan í Føroyum gingið á odda fyri at menna grønu orkuna í Føroyum.

Eisini ein stór tøkk til avvarandi myndugleikar og ráð hjá bæði landi og kommunu fyri at hava víst verkætlanini vælvild.

Somuleiðis tøkk til starvsfólk, nevnd og eigarar í Effo fyri sera gott samstarv og vælvild.

Og júst fyri Effo, ið er ein stytting fyri Føroya Orkufelag, hevur ein tílík verkætlan stóran týdning. Effo hevur veitt føroyingum orku í meir enn 100 ár. Ynskja vit framhaldandi at gera tað, verður neyðugt at veita tí orkuna, ið kundin eftirspyr. Í løtuni er tann orkan El orka.

Tí ynskir felagið at vera ein virkin viðleikari í orkuskiftinum frameftir.

[object Object]

Hetta er eitt stórt stig á røttu leiðini – á framleiðsluleiðini.

Men nógv skal framvegis henda og stór tøk skulu takast. Ikki minst á brúkara síðuni.

Felagið er til dystin fús og er komið væl ávegis at fyrireika loysnir, ið veruliga kunnu seta ferð á grøna orkuskiftið í hesum landi.

At tað lukkaðist at fáa hesa risa verkætlanina upp at standa upp á so stutta tíð vísir, hvussu skjótt eitt orkuskifti kann fremjast, um man hevur vinnuna við. Tí er tað so ómetaliga umráðandi at hava vinnuna við í øllum liðum í orkuskiftinum.

Sum við vindmylluverkætlanini, krevst gott samstarv og samanhald millum allar liðir, og verður tað eisini alneyðugt, um tað skal eydnast at fáa framt eitt orkuskifti, sum er burðardygt á øllum økjum.

Men sum áður nevnt – har sum ein vilji er, er eisini ein vegur á mál og fer tað nokk eisini at vísa seg í hesum førinum.”


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder