Uttanlands

Hetlendingar seta skjøtil á vindorkuna

Eru farnir undir risastóra verkætlan at seta upp 103 vindmyllur á landi

2023-01-25 23:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð sum triðja vindmylnulundin er við at koma undan í Flatnahaga omanfyri Havnina, eru grannarnir í Hetlandi av álvara í gongd við at fyrireika og uppseta eina risastóra vindmylnulund við ikki færri enn 103 vindmyllum.

Fyrstu partarnir til vindmyllurnar komu til Lerwick herfyri, og nú um dagarnar legði farmaskip at í havnini við fyrstu vongunum, sum nú verða fluttir við lastvognum á staðið, har teir um gott og væl eitt ár fara undir framleiðslu. Og endamálið hjá grannunum er tað sama sum her heima í Føroyum, nevniliga at ganga grønu leiðina og gera Hetland minni heft at fossilari orku. 

[object Object]

Talan er um eina stóra logistiska uppgávu, nú allir mongu partarnir av teimum gott og væl hundrað vindmyllunum skulu flytast úr havnini í Lerwick.

Tað er fyritøkan SSE Renewables, sum stendur fyri stóru orkuútbyggingini saman við Vestas, sum letur myllurnar.  Hetta arbeiðið byrjar mánadagin 6. februar skrivar Shetland Times og fer at halda fram til út í august mánað. 

Roknað verður við at klára at flyta partarnar til tríggjar vindmyllur um dagin ta tíma longu leiðini frá Lerwick til økið, har Viking fyritøkan longu hevur gjørt klárt til at taka ímóti vindmyllunum. 

[object Object]

Talan er um eina sera stóra og krevjandi uppgávu og hevur Hetland her fingið hjálp av skotska meginlandinum frá bæði flutningsfyritøku og frá løgregluni har, sum skal tryggja, at alt arbeiðið fer fram á rættan og tryggan hátt. 

Roknað verður við at fyrstu vindmyllurnar standa uppi seinast í mars mánað.

Í Hetlandi er áhugin fyri hesi stóru orkuverkætlanini sum vera man stórur. Hvørt mansbarn fylgir arbeiðinum í lokalu miðlunum og á leiðini úr havnini í Lerwick til vindmylnuøkið longur inni í oyggjunum. 

[object Object]

Talan er um at flyta meira enn 1000 einstakar lutir og er hetta sum so ein varði í hetlendskari vinnu- og orkusøgu. Ikki færri enn fimm flutningskip skulu flyta teir 1300 partarnar til Greenhead Base í Lerwick. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder