Uttanlands

Í dag fer hetlendska vindmylnuævintýrið í gongd av álvara

Nú byrjar flutningurin av 103 vindmyllum í Hetlandi og fer hann at taka eitt hálvt ár

2023-02-06 18:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetlendingar hava lært frá oljuvinnuni seinastu 50 árini at taka atlit til trygdina, og henda lærdómin fara teir eisini at gera sær dælt av, nú partar av 103 vindmyllum skulu flytast frá havnini í Lerwick og víðari eftir vegunum til plássini inni á meginlandinum, har vindmyllurnar skulu setast upp. Hetlendska løgreglan hevur fingið til uppgávu at vera til steðar, tá hesin sera krevjandi og umfatandi flutningurin fer í gongd. 

[object Object]

Í dag, eftir áralangar fyrireikingar, verður so farið undir at flyta fyrstu partarnar av teimum umleið 1000 til Viking vindmylnulundina og verður mett, sambært Shetland Times, at tað fer at taka einar seks mánaðir at fáa allar vindmyllurnar fluttar og uppá pláss. Bilførarar hava fingið boð um at vísa atlit til flutningin og seta eyka tíð av, tá koyrt verður í økjum, har flutningurin fer fram.  

Eins og grannalondini her ikki minst Ongland, Norra og Danmark leggja  hetlendingar seg nú eftir at menna varandi orkukeldur, eitt nú vindorku. Hetta verður m.a. gjørt, tí Hetland telist millum tey plássini í heiminum, eins og Føroyar, sum eru best egnað til at framleiða orku frá vindmyllum. Í fyrstu syftu verður talan um at menna vindorkuna á landi, men ætlanir eru eisini um at byggja út vindorkuna við flótandi vindmyllum til havs, bæði eystan- og vestanfyri Hetland.

[object Object]

Høvuðsendamálið við hesi kollvelting innan orkuøkið í Hetlandi er at gerast minni heft at fossilum orkukeldum, tvs. at vindorka skal m.a. brúkast til at framleiða streym til húsarhald og fyritøkur eins og møguleiki eisini skal vera fyri at útflyta streym til Skotlands – ein verkætlan, sum longu er komin væl áleiðis, nú ein elkaðal í løtuni verður lagdur á havbotnin millum Hetland og Skotland. Tá tað arbeiðið er liðugt, er ætlanin, at streymur kann fara báðar vegir alt eftir tørvinum og umstøðunum.  

Enn ein partur av streymframleiðsluni frá vindmyllum skal brúkast til at fara undir framleiðslu av vetni og ymsum grønum brennievnum. Samtíðis verður eisini arbeitt við eini ætlan at kunna veita streym til verandi og komandi olju- og gasspallar bæði eystan- og vestan fyri Hetland. Her er  kanningararbeiði longu farið í gongd við at finna røttu og skilabestu loysnina at kunna elektrifisera kolvetnisvirksemið kring Hetland, fyri harvið at minka um útlátið sum part av tí  grøna orkuskiftinum. og tað merkir so eisini skamt frá føroyska markinum, har ætlanir eru at útbyggja nýggjar olju- og gassleiðir.

So hetlendska vindorkuævintýrið fevnir víða og gerst veruleiki longu í komandi ári.

[object Object]

[object Object]Hugflognum bilar einki, nú tey í grannaoyggjunum Hetlandi, eru farin til tekniborðið at seta út í kortið framtíðar orkuvinnuna. 


Samstarv millum Føroyar og Hetland

Tað hendir um somu tíð sum triðja vindmylnulundin er við at verða tikin í brúk omanfyri Havnina.

Nú talan er um oyggjalond, tó sera ymisk, ber til at seta spurningin, hvat hesi kunnu læra av hvørjum øðrum. Spurningurin um eitt møguligt framtíðar orkusamstarv millum Føroyar og Hetland hevur enn ikki fylt nógv í orkukjakinum, nú vindmylnumenningin er lutvíst nýggj.

Men eitt stig varð kortini tikið á hesi møguligu framtíðar orkusamvinnuleið, tá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, í fjør tók stig til at skipa fyri vitjan av kenda bretska orkuserfrøðinginum Gunther Newcombe. Hann hevur gjøgnum alt sítt lív arbeitt við orkumálum bæði hjá tí almenna og tí privata.  Undir vitjan síni í Føroyum helt hann fyrilestrar um framtíðar orkuætlaninar í Hetlandi, bæði í Havn og í Klaksvík eins og hann vitjaði stovnar og fyritøkur og hevði høvi til at hitta táverandi orku- og vinnuráðharran, Magnus Rasmussen.

Gunther Newcombe stendur á odda fyri umfevnandi Orion verkætlanini í Hetlandi, ið hevur til endamál at medvirka til og skunda undir menningina av varandi orku í Hetlandi. Hann er eisini ráðgevi hjá hetlendsku myndugleikunum í orkumálum her serstakliga grøna orkuskiftinum.

Undir vitjan síni í Føroyum kunnaði hann um ætlanina at skipa ein orkukjarna í Hetlandi (Shetland Energy Hub) og helt fyri, at hetta kundi so eisini verið nakað, ið føroyingar kundu lagt seg eftir. Og síðani at ment hesar til ein felags orkuhub í Norðuratlantshavi við grundarlagi í varandi orkukeldum so sum vindorku og sjóvarfalsorku. Her hugsaði hann m.a. um synergiirnar frá einum slíkum samarbeiði. 

[object Object]

Hann gjørdi undir vitjan síni eisini greitt, at Føroyar eiga eins og Hetland at raðfesta flótandi vindmylnulundir til havs. Hesar  kunnu nevniliga vera grundarlag undir ymsum grønum orkuframleiðslum so sum brennievni til fiskiflotarnar eins og hava møguleikan fyri at útflyta streym til meginlandið.

Nú hetlendingar og skotar longu eru komnir væl áleiðis við at leggja elkaðal millum skotska meginlandið og Hetland, so er enn eingin ítøkilig ætlan í Føroyum at leggja elkaðal millum Føroyar og Hetlands, harígjøgnum framtíðar vindmylnulundir bæði á landi og á sjógvi kunnu útflyta yvirskotsstreym. Tað var tó tann tíð fyri mongum árum síðani at tosað varð um at leggja elkaðal úr Íslandi til Skotlands umvegis Føroyar. Tað prátað tagnaði tó skjótt ikki minst vegna høga kostnaðin av eini slíkari verkætlan.

Hetta verður tó uttan iva nakað vit fara at hoyra meira til komandi árini um somu tíð sum streymframleiðslan í Føroyum  frá eitt nú vaksandi talinum av vindmylnulundum fer at økjast so mikið nógv, at har verður stór avlopsorka, sum kann útflytast til ta tíð. Og serstakliga tá og um havvindmylnulundir gerast veruleiki einaferð í framtíðini í okkara parti av Atlantshavinum.  

Hetta var so eisini nakað, sum varð nevnt og umrøtt, tá Gunther Newcombe vitjaði eitt nú SEV og Umhvørvisstovuna í fjør tó at ongar ítøkiligar ætlanir enn fyriliggja. Endamálið við vitjanini í fjør var bæði at kunna føroyingar um framtíðar ætlaninar í Hetlandi eins og at geva hetlendingum innlit í føroysku orkuframtíðina. Gunther Newcombe duldi ikki fyri undir síni vitjan hjá eitt nú SEV, at hann var sera hugtikin av gongdini og ætlanunum her.

Spennandi verður at fylgja við og frætta, hvørjar tankar nýggja landsstýrið hevur ella fer at gera sær um umrøddu orkuframtíð eins og samvinnuna við okkara næsta granna Hetland og eisini Skotland og um hugskotið til at skipa ein felags orkukjarna í Norðuratlantshavi við miðdepli í Føroyum og Hetlandi. 

Ikki minst vaktu hesi orðini hjá Grunther Newcombe, tá hann vitjaði í Føroyum, serstakan ans:

-Føroyar og Hetland hava møguleikan at gerast  “the breadbasket of the world for wind power”, um bæði oyggjalondini saman taka av stóru og spennandi avbjóðingunum, sum eru innan varandi vindorku.  

Myndirnar niðanfyri eru frá vitjanini hjá Gunther Newcombe í Føroyum fyri hálvum ári síðani:

[object Object]Gunther Newcombe hevur framløgu á Atlantic Fair í Klaksvík.

[object Object]

Tveir av undangongumonnunum innan føroyska vindorku, Finn Jacobsen frá Magn og Johan í Niðristovu frá Vindrøkt saman við Gunther Newcombe eftir fyrilestur í Vágsbotni. 

[object Object]Gunther Newcombe vitjar á Umhvørvisstovuni

[object Object]Vitjað verður hjá SEV

[object Object]

Høvi varð eisini at hitta stjóran á Føroya Tele, Jan Ziskasen, nú fyritøkan hevur tætt samstarv við bæði vinnu og myndugleikar í og nærhendis Hetlandi.

[object Object] 

Vitjað varð eisini á básinum hjá MEST á Atlantic Fair í Klaksvík, har Mouritz Mohr, stjóri og Richard Mortensen, sølustjóri kunnaðu um royndirnar hjá fyritøkuni at eftirútbúgva starvsfólk til at kunna taka sær av uppgávum í vindmylnuvinnuni.

[object Object]

Gunther Newcombe og umboðsmaðurin hjá FOÍB í Bretlandi, Louis Wilson vitja á Jarðfeingi. 

[object Object]

Loksins undir vitjanini í Føroyum í fjør varð eisini høvi at kunna landsstýrismannin í orku- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, um framtíðar ætlaninar at menna varandi orkuna í Hetlandi. Myndir Jan Müller




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder