Fótbóltur

- Mangla marginalarnar og nakað av skerpni

Føroysku umboðini í Brøndby høvdu eitt ávíst nøgdsemi um avrikið í 0-2 taitnum fyri Danmark - sí hvat høvuðsvenjari og spælarar søgdu við Portalin.

- Vit skulu tora og megna at skapa nakað og standa hægri á vøllinum í ár, segði Håkan Ericson millum annað eftir dystin í Danmark í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Vit skulu tora og megna at skapa nakað og standa hægri á vøllinum í ár, segði Håkan Ericson millum annað eftir dystin í Danmark í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-26 23:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dystin í Danmark fingu vit orðið á nakrar úr føroysku leguni í sonevndu "Mixed Zone" á Brøndby Stadion: 

Håkan Ericson, høvuðsvenjari: 
- Tað fyrra málið er sjálvandi ógvuliga keðiligt, men sum heild eri eg nøgdir við, at vit tora væl at spæla til tíðir. Samanlagt var tann parturin - at spæla okkum úr danska trýstinum og eisini at kroysta teir - betri enn í undanfarnu dystunum móti Danmark. Tað, og at vera lívligir og samstundis at standa hægri á vøllinum í verjustøðu vilja vit leggja dent á í ár. Tað kann kosta - sum vit eisini sóu í dag - men tað fer at flyta okkum sum lið.

- Haldi at nógvir ungir mans sum Mattias, Hanus og Andrias gera tað ógvuliga væl í kvøld, og tað er gott at síggja. Haldi at summir "skótar" (sum eygleiða spælarar sum arbeiði) ikki gera sítt arbeiði, tí til dømis hesir hava góðsku til nakað hægri, enn har teir spæla nú. Vit mangla nógvar við landsliðsroyndum og mangla tað seinasta skerpni og hepni á seinasta triðinginum.

Andrias Edmundsson, miðverji : 
- Eg royni bara at spæla mítt spæl og at nýta mínar dygdir. Kenni á mær at tað gekk ordliga væl í dag, og at fekk víst meg fram fyri til dømis landsliðsvenjaratoyminum og sent eitt signal um, at eg eri klárur. Nógvir skaðar hava verið í miðverjuni so eg noyddist líkasum at spæla seint í fjør. Havi fingið álit seinastu dystirnar og royni bara tað eg kann.

- Vit fingu samansjóða hópin ógvuliga væl í Spania. Summi ting frá Liktinstein-dystinum sóust aftur í dag, og vit tordu at spæla. Tað kostaði gott nokk 1-0 málið, men skít verið við tí; vit koyra víðari og bjóða teimum upp til dans. Vit fáa tíverri ikki eitt mál, men kundu gott fingið tað - og kanska eitt straffi

[object Object]
Andrias Edmundsson (nr. 14) í verjustøðu. Her stóð 23-ára gamli toftamaðurin seg væl, og hann varð av okkara lesarum kosin dagsins føroyski spælari(Mynd: EPA )

[object Object]Mynd: EPA

Sí fleiri myndir frá dystinum
Sí beinleiðis bloggin her

René Shaki Joensen, miðvallari: 
- Sindur serligt at koma aftur her at spæla aftaná so nógv ár (spældi nøkur ár í Brøndby sum ungdómsspælari, red.). Vit vita, at slík lið koma at hava bóltin nógv, og so skal man halda út. Í dag skapa vit nóg mikið til 1-2 mál og at fáa eitt upaftur betri úrslit. Tað er tó so umráðandi at hava marginalarnar við sær, og høvdu vit fingið brotsspark og teir reytt kort tá í 1. hálvleiki, so hevði tað verið ein annar dystur, og rangstøða mótvegis ikki-rangstøðu.

- Vit kunnu taka nógv við frá slíkum dystum. Danmark fær eitt sindur keðilig mál, sum vit kunnu læra av. Man kann gera feilir her, og hetta var fín fyrireiking til Nations League. Nógvir royndir spælarar eru ikki við, men stuttligt at ungir og spennandi spælarar traðka til: Andrias Edmundsson spælir til dømis ein fantastiskan dyst, og Arnbjørn Svensson er eisini komin inn á liðið nú.

Sølvi Vatnhamar, miðvallari: 
- Eg fekk fótin á bóltin, men fangaði skjótt, at bólturin ikki fór í mál. Fleiri rópaði um straffi fyri hond á bóltinum, men tað sá eg so ikki. Hopaði so at tað var so heppið, men tað var tað tíverri ikki - eg hevði nokk ikki sloppið at skotið brotsspark kortini.

- Vit høvdu eina ætlan at byggja eitt sindur uppá og fara longur niðan at hótta - millum eisini fyri at taka trýstið av okkum sjálvum. Tað megna vit so í nøkrum løtum í dag, og vit fáa sjálvsálit av nøkrum atgerðum við bólti, sum eydnast. Hendan vikan vísir eisini, at vit hava nógvar góðar ungar spælarar, og at kappingin um plássini er vaksandi.

Sí eisini: Danir vóru sum væntað omaná í Brøndby

Venjingardystur í Brøndby
Týsdagin 26.03
Danmark - Føroyar 2-0 (1-0)
8' Pierre-Emilie Højbjerg 1-0
54' Mohamed Daramy 2-0

Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge - Hanus Sørensen, Hørður Askham, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Adrian Justinussen (46' Petur Knudsen) - Jóan Símun Edmundsson.

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Mads Boe Mikkelsen, Pætur Petersen, Hannes Agnarsson, Andrass Johansen og Magnus Egilsson


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder