Fótbóltur

Mattias helt málið reint í sigri á Silkeborg

Fredericia vann 2-0 á Superliga felagnum, men samanlagt var Silkeborg greitt omaná í hálvfinalunum í steypakappingini.

Mattias Lamhauge og liðfelagirnir høvdu ein góðan dyst í gjárkvøldi, og 24-ára gamli havnarmaðurin hevði nakrar góðar bjargingar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mattias Lamhauge og liðfelagirnir høvdu ein góðan dyst í gjárkvøldi, og 24-ára gamli havnarmaðurin hevði nakrar góðar bjargingar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-12 08:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vóru tær seinnu hálvfinalurnar í "Oddset Pokalen".

Tað var ikki so stórur spenningur um seinnu hálvfinaluna millum Fredericia og Silkeborg. Tað gekk heilt galið hjá Fredericia í Silkeborg langafríggjadag, har Mattias Lamhauge var noyddur at fara í meskarnar eftir bóltinum seks ferðir.

Fredericia fór tó eftir tí í kvøld og var á odda 2-0 eftir 27 minuttir. Frederik Carstensen skoraði bæði málini.

Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið á Monjasa Park. Mattias Lamhauge var tryggur. Silkeborg hevði leikliga yvirvág, men fekk ikki bóltin framvið 24-ára gamla føroyska landsliðsmálverjanum, sum hevði nakrar bjargingar

Góð uppreisn hjá Mattiasi og liðfeløgunum ið taptu 4-0 í Kolding sunnudagin. Fredericia spælir aftur á heimavølli sunnudagin 14.04 tá Sønderjyske, ið allarhelst verður ein av uppflytarunum, vitjar í dysti í næstbestu deildini.

Silkeborg skal spæla steypafinalu móti AGF 9. mai í Parkini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder