Fótbóltur

5. umfar kann gerast ógvuliga týðandi

Serliga kunnu HB-KÍ, EB/Streymur-ÍF og NSÍ-B36 sunnudagin geva greið tekin um kappingarárini hjá hesum liðunum. Víkingur-Skála er eisini sunnudagin. 07 Vestur vitjar á Toftum mánadagin.

HB og KÍ bresta saman í Gundadali sunnudagin klokkan 15. Tað snýr seg um ikki at missa takið í oddastríðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB og KÍ bresta saman í Gundadali sunnudagin klokkan 15. Tað snýr seg um ikki at missa takið í oddastríðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-12 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin og mánadag er 5. umfar í Betrideildini hjá monnum á skránni, og á pappírinum eru nógvir spennandi dystir.

5. umfar
Víkingur - Skála (sun 14. apr. 15:00)
HB - KÍ (sun 14. apr. 15:00)
EB/Streymur - ÍF (sun 14. apr. 17:00)
NSÍ - B36 (sun 14. apr. 19:00)
B68 - 07 Vestur (mán 15. apr. 18:00)

Støðan í Betri deildin hjá monnum eftir fýra umfør
1. Víkingur 12 stig
2. B36 10 stig
3. KÍ 9 stig 
4. HB 9 stig 
5. 07 Vestur 7 stig
6. NSÍ 6 stig
7. Skála ÍF 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 0 stig

Stóruppgerðin í Gundadali avgerð - fyribils - hvørt KÍ ella HB skulu vera heilt væl við í FM-stríðnum. Dystirnir millum arvafíggindarnar hava altíð nakað eyka yvir sær, og tað liggur eitt ávíst trýst á serliga KÍ longu.

B36 snávaði síðsta vikuskifti á heimavølli móti 07 Vestur, ið var í undirtali. Nú skulu Dan Brimsvík og hansara menn royna at gera bart í Runavík, har tað ikki er óhugsandi, at summi fara at glíða. NSÍ skal eisini royna at vísa, at man kann móti teimum ovaru. Í Klaksvík fyri stuttum kundi liðið avgjørt fingið stig.

Víkingur skal avgreiða sína uppgáva móti Skála og fara eftir 18. sigrinum á rað í Betrideildini. Skála hevur ongantíð vunnið á Víkingi í fremstu røð.

Tað sær longu út sum ein botngysari, tá EB/Streymur tekur ímóti ÍF. EB/Streymur hevur víst meira enn ÍF higartil og eisini fingið fyrsta stigið. Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri heimaliðið at fáa ein sigur, áðrenn dystirnir móti topp-fýra koma. ÍF skal eisini í gongd við at fáa stig, so nógv er uppá spæl.

07 Vestur kann enda við at vera í topp-fýra, tá umfarið er av. Í mun til hetta er tað krav at vinna á Toftum mánakvøldið. B68 hevur bert eitt stig, men hevur spælt tríggjar dystir móti topp-fýra liðunum. Nú skal liðið hjá Jákupi á Borg skjótt hava fleri stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder