Annað

Ljósið hevur framsýning í høllini á Hálsi

Sunnudagin 14. apríl skipar Fimleikafelagið Ljósið fyri fimleikaframsýning í høllini á Hálsi.

2024-04-13 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnudagin 14. apríl, klokkan 15 hevur Fimleikafelagið Ljósið framsýning í høllini á Hálsi í Havn.

– Kom og síggj, hvat vit hava lært! Liðini eru fjølbroytt, og har er heilt víst okkurt til øll. Vilt tú síggja amboðsfimleik, fara bæði yngri og eldri at vísa hvat tey duga, og ert meira tú til rútmu ella estetiskan fimleik, ja so vera hesi sjálvandi eisini á gólvinum, skrivar fimleikafelagið, sum hevur arbeitt fram móti framsýningini síðan tíðliga í heyst.

– Í fjør vann felagið Fimleikafagnaðin við framførsluni av teimum tólv stjørnuteknunum, og munnu ikki onkur teirra finna veg inn undir littu perurnar eisini?

– Har verður eisini møguleiki fyri kaffi og tombola, eins og minnismyndir vera til keyps, skrivar Ljósið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder