Annað

Fleyr á gáttini til FM-finalurnar eftir sigur á Drátti

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Dráttur - Fleyr 1-3 (25-27, 12-25, 25-23, 24-26).

2024-04-14 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við sigri á oddaliðnum Drátti tók Fleyr í gjár eitt risafet móti FM-finalunum, tí nú er eitt stig í síðsta dystinum næsta leygardag ímóti Ternuni, sum bara hevur eitt stig, nóg mikið.

Fleyr fekk eina flúgvandi byrjan upp á dystin og legði seg á odda 6-1, men lítla løtu seinni var leiðslan tveitt fyri borð, og Dráttur fór framum 8-6. Tá leiðslan hjá Drátti vaks upp í 18-13, kámaðist finaluvónin hjá Fleyr, men eftir fýra stig á rað til Fleyr var aftur samband. Dráttur hevði settbólt við støðuna 24-23, men Fleyr hóraði undan og vann ístaðin settið 27-25.

I øðrum setti vann Fleyr sær skjótt trygga leiðslu og megnaði hesa ferð at halda, og frá 20-12 servaði Anja Danielsen settið heim. Og hervið var altumráðandi stigið fyri Fleyr komið í hús, tí longu nú var greitt, at sigur á Ternuni um eina viku fór at senda Fleyr í FM-finalurnar.

Í triðja setti skiftust liðini um at vera á odda og javnt varð við 22-22, tá Dráttur vann avgerandi bóltarnar og settið 25-23.

Sigurin tóktist vera komin undir land, tá Fleyr legði seg á odda 21-17 í fjórða setti, men við seks stigum á rað fór Dráttur framumaftur 23-21 og fekk settbólt við støðuna 24-23. Men Fleyr hóraði enn einaferð undan og vann ístaðin settið 26-24 og dystin 3-1.

Tí bendir alt nú á, at tað verða hesi somu liðini, sum møtast í FM-finalunum. Tað einasta, sum kann broyta tað, er, um Ternan vinnur í minsta lagið 3-1 á Fleyr í síðsta dystinum um eina viku. Higartil hevur Ternan bara vunnið eitt stig í kappingini – í 3-2 tapi fyri KÍF. Síðsti dysturin hjá SÍ er ímóti Mjølni í Klaksvík.

Dystirnir, sum eftir eru:
Sunnudagin 14. apríl: Mjølnir – KÍF kl. 13:00
Sunnudagin 14. apríl: TB – Ternan kl. 14:30

Mikudagin 17. apríl: Dráttur – Ternan kl. 19:00

Leygardagin 20. apríl: KÍF – TB
Leygardagin 20. apríl: Mjølnir - SÍ
Leygardagin 20. apríl: Ternan - Fleyr

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

NrLiðDystirSettmunurStig
1Dráttur173242
2Fleyr171834
3171032
4TB16225
5Mjølnir16-1219
6KÍF16-918
7Ternan15-411
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder