Fótbóltur

Heldur kroystir arvafíggindar

KÍ og HB hava bæði tørv á trimum stigum seinnapartin fyri at fylgja við serliga Víkingi. KÍ vann allar innanhýsis landskappingardystirnar í fjør og í 2022.

HB vann 3-2 á KÍ í stórsteypadystinum - nakað ímóti spæli og møguleikum. Tað er spurningurin, um kynisman, ið KÍ hevur havt seinastu árini, er størri hjá HB í ár. Dysturin í dag merkir heilt nógv (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann 3-2 á KÍ í stórsteypadystinum - nakað ímóti spæli og møguleikum. Tað er spurningurin, um kynisman, ið KÍ hevur havt seinastu árini, er størri hjá HB í ár. Dysturin í dag merkir heilt nógv (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-14 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í okotber 2021 vann HB 2-1 á KÍ á Tórsvølli. Hetta var fyrsta og einasta tapið hjá norðoyingunum í landskappingini hetta árið. Tað kom fýra dagar eftir, at FM var komið í hús.

Síðani hevur tað bert koppað ein vegin í innanhýsis dystum millum feløgini í Betrideildini. KÍ vann FM í 2022 og 2023 eisini og vann allar dystirnar móti arvafíggindanum.

Hetta smakkar søtt í Klaksvík, men tað var ein nakað beiskur biti at svølgja, at eitt ungt HB lið vann stórsteypadystin millum liðini fyrst í síðsta mánaða. Uppaftur verri var tað fyri KÍ at tapa móti B36 í 2. umfari av Betrideildini. Skiklut avrik móti uppflytarunum og spurnartekin við liðsamansetingina, umframt skaðar til lyklaspælarar, hava sett fleiri spurnartekin út fyri KÍ.

Harvið eru tað heldur kroystir føroyameiestarar, sum koma í Gundadal seinnapartin. Haakon Lunov og hansara menn hava tørv á einum sigri fyri sjálvsfatanina, men so sanniliga eisini fyri at hanga í serliga Víkingi. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen vinnur mest sannlíkt aftur, tá Skála vitjar í dag.

Les eisini: Stríð í oddinum, í botninum og alt ímillum

Harvið kann taparin í dag standa seks stig aftanfyri Víking og 1. plássi, og hetta kann gerast tungt. HB hevur eitt øðrvísi lið í ár, og væntað verður meira av hinum topp-fýra liðnum. Adolfo Sormani og hansara toymi vita tó helst nú, at tol ikki altíð er ovast  á breddanum í HB, og ein dystur móti KÍ merkir nakað serligt.

Bæði liðini hava longu tapt eina topp-fýra uppgerð (HB í Sarpugerði í 2. umfari), so hetta er veruliga ein lykladystur. Bæði liðini hava nakrar skaðar. Hjá KÍ er verjuketan serliga hart rakt, og so eru framvegis ivamál um liðskiparan Jákup Biskopstø Andreasen.

Vit hava dystarfrásøgn, mynir og beinleiðis blogg frá arvafíggindauppgerðini í Gundadali klokkan 15.

5. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 14.04

Kl.15.00:
Víkingur - Skála 
HB - KÍ

Kl.17.00: EB/Streymur - ÍF 

Kl.19.00: NSÍ - B36 

Í morgin, mánadagin 15. apríl
Kl.18.00: B68 - 07 Vestur

Støðan í Betri deildin hjá monnum eftir fýra umfør
1. Víkingur 12 stig
2. B36 10 stig
3. KÍ 9 stig 
4. HB 9 stig 
5. 07 Vestur 7 stig
6. NSÍ 6 stig
7. Skála ÍF 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 0 stig

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara - hetta í samstarv við dystir.fo. Vit hava eisini ymiskt tilfar gjøgnum dagin. Televarpið vísir allar dystirnar og FM1 sigur frá øllum dystunum í umfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder