Fótbóltur

Stórsigur til EB/Streym móti níggju ÍF-spælarum

Ringa gongdin hjá ÍF heldur fram: Tvey reyð kort beint fyri steðgin í botndystinum og so fimm mál inn. 17-ára gamal eiðismaður var stóri maðurin hjá EB/Streymi.

2024-04-14 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir, fimm tap og 1-24 í málúrttøku. Tað sær ikki gott út hjá ÍF, eftir at botnliðið í Betrideildini í dag tapti 5-0 í lykladystinum í Streymnesi.

EB/Streymur gjørdi sær hinvegin bara dælt av, at ÍF bert spældi við níggju monnum í 2. hálvleiki. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki fekk Bogi Reinert-Petersen sítt seinna gula kort. Fyrrverandi EB/Streymarin fór nakað hart niður í takkling og rakti Jens Erik Bruhn eitt sindur. Sterki miðvallarin var ikki meira enn komin av vøllinum, so fór danin Kasper Sommerstedt óneyðuga hart inn í kroppin á Eb/Streymara beint við síðulinjuna. Hann fór sendandi móti betongveggi, og Rúni Gaardbo sendi sendi Sommerstedt av vølli. Mett varð at talan var um ov vandamikið spæl.

ÍF hevði annars verið nakað vandameiri í 1. hálvleiki, sum var nakað merktur av týdninginum av dystinum - fáir málmøguleikar vóru. 

EB/Streymur kom eisini í yvirtal beint fyri steðginum í 2. umfari, tá B68 vitjaði í Streymnesi. Tá var 0-1, og við 11 móti 10 fekk EB/Streymur eitt mál og eitt stig. Nú var fyrimunurin so stórur, at liðið hjá Sigfríði Clementsen skjótt og væl gjørdi sær dælt av tí.

Filip Djordjevic varð settur á vøllin, og hann legði væl upp til 1-0 málið, sum Virgar Jónsson skoraði tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Filip legði seinni aftur væl og til ungan eiðismann og skoraði sjálvur til 5-0 í yvirtíðini.

Virgar Jónsson var eisini við í málunum til 2-0 og 3-0. Í 65. minutti legði vinstri vongbakkurin væl innfyri til Jens Erik Bruhn, sum skoraði sítt fyrsta mál fyri EB/Streym, og um nakar ivi var um útfallið, so økti 17-ára gamli eiðismaðurin í 78. minutti. Her var tað umvent: Jens Erik legði upp.

18-ára gamli Hannus Esmarsson Eiðisgarð skoraði málið til 4-0. Hetta var tað fyrsta hjá 18-ára gamla spælaranum í Betrideildini. Harvið var talan um gott kvøld hjá EB/Streymi, sum vann sín fyrsta dyst í 2024 og nú er omanfyri strikuna. ÍF skal finna nakað annað fram.

Betrideildin 5. umfar
Í dag, sunnudagin 14.04

EB/Streymur - ÍF 5-0 (0-0)
56' Virgar Jónsson (Filip Djordjevic) 1-0
67' Jens Erik Bruhn (Virgar Jónsson) 2-0
78' Virgar Jónsson (Jens Erik Bruhn) 3-0
89' Hannus Esmarsson Eiðisgarð (Filip Djordjevic) 4-0
94 (+4)' Filip Djordjevic (Bergur Poulsen) 5-0
Reyð kort: Bogi Reinert-Petersen og Kasper Sommerstedt - í yvirtíðini í 1. hálvleiki

Víkingur - Skála 2-1 (0-0)
56' Poul Kallsberg (Jákup Johansen) 1-0
67' Geza David Turi  (Jákup Johansen) 2-0
83' Kristian Martin Jacobsen (Djóni Jansson Petersen) 2-1
sí meira á dystir.fo

HB - KÍ 1-0 (0-0)
90' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 1-0
sí meira á dystir.fo
Myndir: HB fór avstað við øllum

Les eisini: Víkingur og HB renna frá føroyameistarunum

Kl.19.00: NSÍ - B36 

Í morgin, mánadagin 15. apríl
Kl.18.00: B68 - 07 Vestur

Støðan í Betri deildin hjá monnum 
1. Víkingur 15 stig *
2. HB 12 stig *
3. B36 10 stig 
4. KÍ 9 stig *
5. 07 Vestur 7 stig
6. NSÍ 6 stig
7. EB/Streymur 4 stig *
8. Skála ÍF 3 stig *
9. B68 1 stig 
10. ÍF 0 stig *

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder