Fótbóltur

07 Vestur nú í topp-fýra

Og B68 er undir strikuni. Hetta er greitt eftir seinasta dystin í 5. umfari í vindinum á Svangaskarði. Heimaliðið hevði nógvar málmøguleikar, men 07 revsaði betur og vann 2-1.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-15 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ætlanin hjá 07 Vestur er at bjóða av um topp-fýra pláss, og nú fimm umfør eru spæld, eru vágamenn á fjórða plássi - javnt í stigum við B36 og eitt stig frammanfyri KÍ og NSÍ.

07 Vestur hevur 10 stig. Liðið hjá Steffen Landro hevur megnað at avgreitt uppgávurnar móti ÍF, EB/Streymi og nú B68 og vunnið við einum máli. Hetta er besta byrjanin hjá felagnum í Betrideildini.

B68 hevur bert eitt stig og er undir strikuni. Í kvøld burdi liðið hjá Jákupi á Borg fingið meira burturúr. Heimaliðið hevði góðar støður fyrstu løtuna, og eftir 20 minuttir gagnnýtti Sebastian Lau Nielsen stórt mistak hjá 07 Vestur málverjanum, Sebastian John, sum var langt úti av málinum og skeyt illa út.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Bert tveir minuttir seinni vóru tað stór mistøk í B68-verjuni, sum Emil Grønn Pedersen væl gjørdi sær dælt av. Triðja málið hjá danska áleyparanum í Betrideildini og 1-1.

Nakað av vindi darvaði spælinum, har nógv ferð var á. Tað var lívligt, men nógv mistøk vóru eisini.

Í 58. minutti royndi Filip Brattbakk seg við bleytum lobbara eftir 07 Vestur álop í høgru. Onkursvegna misti Tórður Thomsen bóltinum í málið.

Tað endaði eisini 1-2, men tað lýsti ikki heilt dystin. B68 skapti nógvar góðar støður, og Brian Jakobsen, Villiam Emil Klein og Bartal Páll Klein vóru allir nær við. Skerpni - og partvíst hepni - manglaði, og 07 Vestur vardi fyri seinastu løtu.

Nú koma nakrar uppgerðir, har B68 skal skava fleir stig saman. 07 Vestur skal royna at halda seg í stríðnum um stuttligu plássini.

Sí eisini: Myndir: B68 - 07 Vestur

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 15 stig
2. HB 12 stig
3. B36 10 stig
4. 07 Vestur 10 stig
5. KÍ 9 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

Úrslit 5. umfar

Í dag mánadagin 15. apríl

B68 - 07 Vestur 1-2 (1-1)
21' Sebastian Lau Nielsen 1-0
22' Emil Pedersen 1-1
58' Filip Brattbakk 1-2

Dystir sunnudagin 14. apríl

NSÍ - B36 1-0 (0-0)
57' Klæmint Andrasson Olsen (Jasper van der Heyden) 1-0
Reytt kort: Símun Sólheim (B36 - 61')

EB/Streymur - ÍF 5-0 (0-0)
56' Virgar Jónsson (Filip Djordjevic) 1-0
67' Jens Erik Bruhn (Virgar Jónsson) 2-0
78' Virgar Jónsson (Jens Erik Bruhn) 3-0
89' Hannus Esmarsson Eiðisgarð (Filip Djordjevic) 4-0
94 (+4)' Filip Djordjevic (Bergur Poulsen) 5-0
Reyð kort: Bogi Reinert-Petersen og Kasper Sommerstedt (ÍF) - í yvirtíðini í 1. hálvleiki

Víkingur - Skála 2-1 (0-0)
56' Poul Kallsberg (Jákup Johansen) 1-0
67' Geza David Turi  (Jákup Johansen) 2-0
83' Kristian Martin Jacobsen (Djóni Jansson Petersen) 2-1

HB - KÍ 1-0 (0-0)
90' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 1-0


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder