Fótbóltur

Dortmund og PSG gjørdu bart

Varpaðu sponsku liðini, ið annars høvdu fyrimunin, út og eru nú í hálvfinalunum. Seinnu fjórðingsfinalurnar í Barcelona og Dortmund vóru málríkar og dramatiskar.

Ringa gongdin hjá Barcelona í Champions League sum heild heldur fram. Mbappé og PSG skoraðu fýra ferðir uppá 50 minuttir í gjárkvøldið, har reyða kortaið var á lofti tvær ferðir (Mynd: EPA)

Ringa gongdin hjá Barcelona í Champions League sum heild heldur fram. Mbappé og PSG skoraðu fýra ferðir uppá 50 minuttir í gjárkvøldið, har reyða kortaið var á lofti tvær ferðir (Mynd: EPA)

2024-04-17 07:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nú greitt, at onnur hálvfinaluuppgerðin í Champions League 2023/2024 eitur Bourissia Dortmund - PSG. Atletico Madrid og Barcelona høvdu annars fyrimunin eftir fyrru fjórðingsfinalunar, men bæði lótu fýra mál inn í gjár.

Tað var lívligt og undirhaldandi frá byrjan í Dortmund. Heimaliðið skoraði tvey mál úr spískum í vinstru stutt fyri hálvleik. Fyrstu góðu løtuna av 2. hálvleiki var Atletico Madrid tó greitt omaná og javnaði til 2-2.

Síðani sveiggjaði tað hinvegin aftur, og innan tríggjar minuttir skoraði Borussia Dortmund tvey góð mál. Fyrst var tað stútari hjá Niclas Füllkrug, og síðani gott skot hjá Marcel Sabitzer, sum legði upp til málið beint frammanundan.

Seinna málið kom í 74. minutti. 4-2 og 5-4 samanlagt og Dortmund helt fast seinastu løtuni. Flott úrslit hjá nummar 5 í Bundesliguni. Borussia Dortmund var í Champipns League-finaluni í 2013 - nú er felagið aftur millum tey seinastu fýra.

[object Object]

[object Object]
Teir í gulum og svørtum kundu stórfegnast saman við fantastisku áskoðarunum á Signal Iduna Partk. Málið hjá Sabitzer gjørdist avgerandi (Myndir: EPA)

Seinast Barcelona vann Champions League var í 2015. Tá var Luis Enrique venjari. Í kvøld var spaniólin aftur í Barcelona sum venjari, og Enrique sendi sítt gamla felag út við PSG.

Í 2015 var Xavi framvegis spælari hjá Barcelona. Hann gevst sum venjari í summar, og í kvøld var stórt vónbrot. Xavi varð sjálvur útvístur fyri at vísa sína ónøgd: Við munninum og við at sparka ymiskt.

[object Object]
Hvør sín gongd hjá teimum báðum, ið kennast so væl: Xavi og Enrique (Mynd: EPA)

[object Object]
Mbappé fer úr felagnum í summar, men tað er møgueliki fyri, at Paris-maðurin fær eina finalu afturat við PSG. Hann skoraði tvær ferðir í gjár (Mynd: EPA)

Verjuspælarin Araujo fekk eisini reytt kort í gjár. Hetta var í 1. hálvleiki, tá Barcelona var á odda 1-0 og samanlagt við tveimum málum. PSG gjørdi sær dælt av yvirtalinum, og fyrrverandi Barcelona-spælarin Ousmane Dembele javnaði stutt fyri steðgin.

Spælt varð á Estadi Olímpic Lluis Companys - Camp Nou er undir umbygging. Í seinna hálvleiki megnaði heimaliðið ikki at standa ímóti. Tað varð 2-1, og so gjørdi Joao Cancelo býtt brotsspark móti Dembelé. Tað umsetti Kylian Mbappé trygt, og hann skúgvaði eisini allan iva til viks móti endanum.

PSG stríðist fyri sínari aðrari Champions League-finalu uppá fimm ár. Barcelona hevur bert einaferð verið í hálvfinaluni síðani 2015.

Champions League fjórðingsfinalur - seinnu dystirnir
Í gjár, týsdagin 16.04 

Borussia Dortmund - Atletico Madrid 4-2 (2-0) 5-4 samanlagt
34' Julian Brandt 1-0
39' Ian Maatsen 2-0
49' Sjálvmál 2-1
64' Angel Correa 2-2
71' Niclas Füllkrug 3-2
74' Marcel Sabitzer 4-2

Barcelona - PSG 1-4 (1-1) 4-6 samanlagt
12' Raphina 1-0
40' Ousmane Dembele 1-1 
54' Vitinha 1-2
61' Kylian Mbappé, br. 1-3
89' Kylian Mbappé 1-4
Reytt kort: Ronald Araujo, Barca (29')

Í dag, mikudagin 17.04,
Manchester City - Real Madrid (3-3) 
Bayern - Arsenal (2-2)

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder