Annað

Fleyr tók bronsuplássið frá ÍF – er helst bara til láns

ÍF hevur ein dyst eftir at spæla - móti Ternuni, sum einki stig hevur fingið enn.

Fleyr

Fleyr

2024-04-17 18:06 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, menn:
Fleyr – ÍF 3-0 (25-8, 25-19, 25-22)

At siga at bronsuveitslan hjá ÍF er útsett, er helst at taka munnin ov fullan, tí neyvan hevði tað stóra ballið verðið í Fuglafirði, hóast ÍF vann bronsu í flogbólti, men í hvussu er høvdu fuglfirðingar í gjárkvøldið møguleikan at tryggja sær bronsuna við sigri á Fleyr, men fóru tómhentir heimaftur, tí Fleyr vann tryggan 3-0 sigur.

Tað vóru longu 10 stig á muni í fyrsta setti, tá Mattias Nolsøe Isaksen fór at serva við støðuna 18-8, og hann servaði settið heim – við m.a. tveimum essum.

ÍF fylgdi betur við í øðrum setti, men við 16-15 slitnaði millum liðini, og Fleyr fór upp á 21-15 eftir góðar servur frá Rasmusi Potts, áðrenn settið varð vunnið 25-19.

Triðja settið var tað besta hjá ÍF, sum fór framum 10-7 og fylgdi annars við til 15-15, tá Fleyr dró frá, og legði seg á odda 24-19, men tað var ikki fyrr enn við fjórða dystarbóltinum, at Fleyr endiliga vann settið 25-22, tá servan hjá ÍF brast í netið.

Við teimum trimum stigunum fór Fleyr eitt stig fram um ÍF, men hetta var síðsti dystur hjá Fleyr í kappingini, so tí kann ÍF framvegis tryggja sær bronsumerkini í sínum síðsta dysti, sum er ímóti Ternuni, sum higartil einki sett hevur vunnið og tíansheldur nakað stig.

Støðan í Føroya Tele-deildini er nú tann, at Mjølnir hevur 39 stig, SÍ 36, Fleyr 20, ÍF 19 og Ternan hevur onki stig. Fleyr hevur spælt 16 dystir, hini liðini hava spælt 15.

Síðsta umfar í Føroya Tele-deildini:

Fríggjakvøldið 19. apríl kl. 19: ÍF – Ternan í Fuglafirði
Leygardagin 20. apríl kl. 13: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder