Fótbóltur

Nýggjur finalistur skal finnast

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfar og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. NSÍ - KÍ er ein av dystunum 12. juni.

Heðin Arge, vertur í Televarpinum, og Rannvá Biskopstø Andreasen, ið tók sær av lutakastinum (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Heðin Arge, vertur í Televarpinum, og Rannvá Biskopstø Andreasen, ið tók sær av lutakastinum (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2024-04-17 23:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steypafinalan í fjør, sum var millum NSÍ og KÍ, verður ikki endurtikin í ár. Tað er greitt, eftir at lutakast hevur verið til 1. umfar og til fjórðingsfinalurnar til ársins steypakapping hjá kvinnum.

Tað var Rannvá Biskopstø Andreasen, ið stóð fyri lutakastinum, sum var avgreitt í hálvleikinum í landskappingardystinum millum júst KÍ og NSÍ, sum varð spældur á Djúpumýru í Klaksvík mikukvøldið.

1. umfar (mikudagin 8. mai)
AB – Víkingur

Fjóðingsfinalurnar (mikudagin 12. juni)
HB – Skála
AB ella Víkingur – FC Hoyvík
NSÍ – KÍ
B36 – TB/FCS/Royn

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar ávikavist 27. august og 25. september, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder