Fótbóltur

Ensku feløgini fullu í fjórðingsfinalunum

Real Madrid og Bayern München vístu kaldleika og royndir og skulu spæla hálvfinalu móti hvørjum øðrum. Í Manchester varð neyðugt við brotsspørkum - ein nýggjur vinnari skal finnast.

Real Madrid-spælarar stórfegnast um sigurin eftir brotssparkskapping í Manchester. Tað var eitt stríggið hjá kvøld hjá spanska liðnum, sum nú stendur sum favorittur í kappingini (Mynd: EPA)

Real Madrid-spælarar stórfegnast um sigurin eftir brotssparkskapping í Manchester. Tað var eitt stríggið hjá kvøld hjá spanska liðnum, sum nú stendur sum favorittur í kappingini (Mynd: EPA)

2024-04-17 23:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einki enskt felag verður í hálvfinalunum í Champions League 2023/2024. Hetta er greitt eftir seinnu fjórðingsfinalurnar. Manchester United og Newcastle endaðu aftast í sínum bólkum í heyst/vetur, og í kvøld ruku Manchester City og Arsenal út.

Talan varð um drama í bæði Manchester og München. Tað var meira "einfalt" í Týsklandi, har tað eisini var ein ógvuliga taktiskur dystir. Nakrar spentar støður vóru í báðum brotsteignum, men hetta gjørdist ongantíð ein dystur, har liðini svumu í málmøguleikum.

Arsenal skapt ov lítið, og í 63. minutti legði Raphael Guerreiro bóltin væl innfyri úr vinstru, og so var høgri bakkurin Joshua Kimmish púra fríur og skoraði flott. Hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum.

Bayern stendur seg søguliga væl í Champions League, og stóra steypið er einasti møguleikin fyri Thomas Thuchel og liðið at fáa eitt nøkulunda nøktandi kappingarár, nú Bundesliga gullið fór til Leverkusen.

[object Object]
Joshua Kimmich hevur lagt Bayern á odda

[object Object]

[object Object]Bayern München-spælararnir fegnast saman við áskoðarunum -teir vita, at Champiins er gull-møguleikin í hesum kappingarárinum (Myndir: EPA)

Arsenal hevur framvegis enska meistaraheiti at kappast um. Manchester City er tó favorittur har og var eisini favorittur í uppgerðini móti Real Madrid. Champions League og Real Madrid hoyra tó saman, og spanska felagið stríddist ímóti yvirtakinum hjá City í 120 minuttir og var at enda omaná í brotssparkskappingini.

Útiliðið sá vandamikið út uppá kontraálop allan 1. hálvleik, og longu í 12. minutti fekk Rodrygo sett bóltin í netið eftir flott álop. Liðið hjá Guardiola hevði sum vera man bóltin ógvuliga nógv. Skerpni manglaði tó, og í 2. hálvleiki vóru stórir trupulleikar við at skapa veruligar málmøguleikar móti vælskipaða og verjukenda liðnum hjá Ancelotti.

Í 76. minutti endaði bólturin tó heldur tilvildarliga hjá Kevin De Bruyne. Belgiski miðvallarin var púra eirindaleysur. 1-1, 4-4 samanlagt og dysturin fór í longda leiktíð. De Bruyne var ein av teimum, sum ikki orkaði at spæla allan dystin, ein heldur ósjónligur Haaland varð tikin út, og úr ellivu metrum var meira sigursvanda felagið tryggjari. Ederson bjargaði annars fyrsta skotinum - frá Modric - men ukrainski málverjin hjá Real Madrid Andriy Lunin bjargaði síðani tveimum.

[object Object]
Bernardo Silva royndi seg við løgnum og bleytum skoti, sum Lunin bara las (Mynd: EPA)

[object Object]Eisini skotið hjá Kovacic bjargaði ukrainski málverjin, sum spælir fyri skadda Thibaut Courtois 

[object Object]Antonio Rüdiger spældi ein frálíkan dyst, hóast hann var eitt sindur við í 1-1 málinum. Týski miðverjin avgjørdi fjórðingsfinaluna við tryggum brotssparki 

[object Object]Og Rüdiger varð stórliga fagnaður millum mongu sponsku fjeppararnar, sum settu sín dám á, á Etihad (Myndir: EPA)

Manchester City vann Champions League á fyrsta sinni í fjør, men trøini vaksa ikki inn í himmalin. Real og Bayern bresta saman í hálvfinalunum í mai - spanska felagið fer eftir 15. Champions League-heitinum.

Champions League fjórðingsfinalur - seinnu dystirnir
Í dag, mikudagin 17.04,
Manchester City - Real Madrid 4-5 (Eftir brotsspørk) - 8-9 samanlagt
12' Rodrygo 0-1
76' Kevin De Bruyne 1-1

Brotsspørk:
2-1 Julian Alvarez 
Ederson bjargar roynd frá Modric
Lunin bjargar roynd frá Bernardo Silva
2-2 Jude Bellingham
Lunin bjargar roynd frá Mateo Kovacic
2-3 Lucas Vasquez
3-3 Phil Foden
3-4 Nacho Fernandez
4-4 Ederson
4-5 Antonio Rüdiger

Bayern München - Arsenal 1-0 (0-0) - 3-2 samanlagt
63' Joshua Kimmich 1-0

Hálvfinalur:
Borussia Dortmund - PSG 
Real Madrid - Bayern München

Rættað og dagført: 23.59

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder