Fótbóltur

KÍ er kroyst

Skaðadarvaðu føroyameistararnir skulu aftur á sigurskós í kvøld, tá B68 vitjar. Dysturin á Djúpumýru byrjar 18.30.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-20 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vann HB við bit og slit 2-1 á EB/Streymi og styrkti harvið um sína støðu í oddinum. Í kvøld er annar dysturin í 6. umfari í Betrideildini á skránni.

KÍ hevur higartil als ikki verið í somu útgávu sum undanfarin ár, og eftir 1-0 sigurin í Gundadali sunnudagin er trýstið á Haakon Lunov og hansara menn økt.

Tað at KÍ hevur eina rúgvu av føstum monnum uttanfyri hjálpir ikki. Umframt langtíðarskaddu Odmar Færø, Heina Vatnsdal og Hall Hansson, spæla Claes Phillip Kronberg og Patrick Da Silvs heldur ikki í kvøld. Jákup Biskopstø Andreasen og Deni Pavlovic spæla helst ikki, umframt at Jonn Johannessen, Deni Pavlovic, Cedric Yambere og Mads Boe Mikkelsen eru ivasamir.

Aðrie noyðast at traðka til, tí trý stig skulu í hús móti B68 í kvøld. Uppaftur meira liggur á Pálli Klettskarð og Árna Frederiksberg. Toftamenn hava bert fingið eitt stig burturúr í ár (úti móti EB/Streymi, red.) og fara at koma stríðsfúsir norð.

Í august í fjør fekk B68 javnleik við Djúpumýru, tá KÍ var mitt í evropeiska meldrinum. Jákup á Borg og hansara menn sansa helst, at her er ein møguleiki at skaka KÍ aftur, men týðilig mistøk sum á Toftum móti 07 Vestur mánadagin skulu lúkast burtur.

Dysturin á Djúpumýru byrjar 18.30.

Dysturin í kvøld sæst í Televarpinum. FM1 sigur eisini frá. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni hjá Portalinum.

6. umfar í Betrideildini

Í dag, leygardagin 20. apríl
18.30: KÍ - B68

Í gjár, fríggjadagin 19. apríl
HB - EB/Streymur 2-1 (0-0)
59' Filip Djordjevic (br.) 0-1
66' Áki Samuelsen (br.) 1-1
82' Áki Samuelsen 2-1

Sunnudagin 21. apríl
15.00:
Víkingur - B36
07 Vestur - Skála

17.00:
ÍF - NSÍ


Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir fimm umfør

1. Víkingur 15 stig
2. HB 15 stig*
3. B36 10 stig
4. 07 Vestur 10 stig
5. KÍ 9 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig*
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder