Hondbóltur

Fyrsta FM-finalan fyri framman í Hoyvík

H71 og KÍF bresta saman klokkan 17, har tað snýr seg um at vinna sær fyrsta fyrimunin. Liðið, sum vinnur tríggjar finalur, gerst føroyameistari.

Sveinur Olafsson og hinir á unga H71-liðnum bastu Kyndli í hálvfinalunum og skal nú royna seg móti meira royna KÍF-liðnum, sum óvæntað vann á VÍF í hinari hálvfinalurøðini (Mynd: Sverri Egholm)

Sveinur Olafsson og hinir á unga H71-liðnum bastu Kyndli í hálvfinalunum og skal nú royna seg móti meira royna KÍF-liðnum, sum óvæntað vann á VÍF í hinari hálvfinalurøðini (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-21 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og fyri tveimum árum síðani, hittast H71 og KÍF í FM-finalunum. Fyri viku síðani vann H71 hálvfinalu nummar tvey móti Kyndli, og hóskvøldið gjørdist greitt, at mótsstøðuliðið hjá føroyameistarunum seinastu tvey árini verður KÍF.

Kollfirðingar vunnu ógvuliga inntensa og tætta triðju hálvfinalu í Vestmanna hóskvøldið. Harvið eru teir nakað meira troyttir enn hoyvíkingar, tá teir fara inn til hesa uppgerðina.

H71 hevur eisini samanlagt eitt væl yngri lið. Fyriuttan profilarnir Svein Olafsson og Boga Hansen hevur so at siga eingin á núverandi H71-liði verið heilt fastur á FM-liðunum seinnu árini. Torstein Sivertsen spældi framúr væl í hálvfinalunum við samanlagt 35 bjargingum.

[object Object]
Torstein Sivertsen og verjuparturin gjørdu sanniliga sítt til at basa Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Weyhe og Joensen: Stinnir í verjustøðu í Vestmanna (Mynd: Andrei Antal)

[object Object]Kollfirðingar koma til høllina í Vestmanna í stórum stíli - soleiðis verður helst eisini í Hoyvík í dag (Mynd: Andrei Antal)

KÍF skal nýta sínar royndir. Tað var sterki strikuspælarin Tony Hammer Weyhe, sum avgjørdi hálvfinaluna hósdagin. Hann, beiggin Fríði Weyhe, Rúni Joensen, Hans Eli Sugurbjørnsson og Rasmus Søby eru millum teir, sum hava roynt nógvar finalur fyrr. Teir skulu vera við at bera liðið.

Tað ber eisini til hjá kollfirðingum at ríða á bylgjuni eftir sigrarnar á Neistanum og VÍF. Tað vera eisini heilt nógvir áskoðarar í "Reyða Múrinum" í dag - skipað verður fyri upphiting frá nú klokkan 14 og síðani bussum til Hoyvíkar. Har hitað spentir hoyvíkingar eisini upp, og nógvur larmur og spenningur kann væntast í Hoyvíkshøllini í dag.

Fyrsta FM-finalan í Burn-deildini
Í dag, sunnudagin 21.04, í Hoyvíkshøllini
17.00: H71 - KÍF

Finalan kann síggast á live.hsf.fo
Spælt verður "best av fimm" - fyrsta liðið til tríggjar sigrar gerst føroyameistari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder