Fótbóltur

Nógv er uppá spæl í kvøldsins steypadysti í Klaksvík

Pláss í fjórðingsfinaluni, heiðurin, KÍ skal prógva seg í stórdysti, og HB kann staðfesta sína støðu - sum steypavinnari og sterkari enn arvafíggindarnir í løtuni.

Børge Petersen og Áki Samuelsen í uppgerðini í Gundadali fyri 10 døgum síðani, sum HB vann 1-0. Báðir U21-landsliðsspælararnir fáa helst stóran leiklut í stórdystinum í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Børge Petersen og Áki Samuelsen í uppgerðini í Gundadali fyri 10 døgum síðani, sum HB vann 1-0. Báðir U21-landsliðsspælararnir fáa helst stóran leiklut í stórdystinum í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-24 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið eru á skránni í kvøld. 

Tað er greitt, at íhvussu er tvey 1. deildarlið koma í fjórðingsfinalurnar, tí innanhýsis uppgerðir eru millum lið í næstbestu deildini. Tær síggja spennandi út á pappírinum: Suðuroyaruppgerðin og "nýggja tunnilsuppgerðin". Tað fimta liðið uttanfyri Betrideildina kemur allarhelst ikki víðari - FC Hoyvík tekur ímóti suverna liðnum úr Eysturkommunu.

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 24.04

17.30:
FC Suðuroy - TB 
B71 - AB 
FC Hoyvík - Víkingur 

18.30: 
KÍ - HB 

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Televarpið vísir allar dystirnar.

Kvøldsins stórdystur er uttan iva við Djúpumýru, har steypavinnararnir vitja.

Eitt er, at plássið í fjórðingsfinaluni stendur uppá spæl. HB vil verja sítt heiti, og KÍ hevur - hóast nógva viðgongd seinastu árini - ikki lyft Løgmanssteypið síðani 2016. Sum bolt.fo vísir á í dag, so gevur tað at vinna steypakappingina helst størst fíggjarligan vinning eftir tað at vinna FM - hetta í mun til evropeiska plássið árið eftir.

Tað liggur ein ávisur heiður í steypkappingum, og bæði í Klaksvík og í norðara enda av Gundadali merkja hesar innanhýsis uppgerðirnar heilt nógv. KÍ hevur havt yvirtakið seinastu árini, men í báðum almennu dystunum millum arvafíggindarnar í 2024 hevur HB vunnið (3-2 í stórsteypadystinum og 1-0 í 5. umfari í Betrideildini).

[object Object]
HB'arnir kundu fegnast, tá liðini hittust sunnudagin 14.04. Mads Boe Mikkelsen (nr.6) er ein av teimum KÍ-spælarunum, sum er lagdur afturat skaðalistanum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta hóvar sjálvandi Adolfo Sormani og HB-viðhaldsfólkunum, og í kvøld skal HB royna at vinna fyri fyrstu ferð í Klaksvík síðani í sama umfari í steypakappingini í 2020. Tá varð neyðugt við brotssparkskapping.

Í Klaksvík hevði man illa tolt triðja tapið fyri HB uppá undir ein mánaða. Sjálvskenslan er skakað nakað - eisini vegna støðuna í Betrideildini - og Haakon Lunov og hansara menn skulu prógva, at KÍ kann vinna ein stórdyst í 2024 eisini.

Serliga KÍ hevur nógvar skaðar - tó spælir Jákup Biskopstø Andreasen helst aftur. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18.30.

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Televarpið vísir allar dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder