Fótbóltur

Jákup Martin tekur yvir í Fuglafirði

Fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi og HB skal lyfta ÍF. Hetta saman við Ólavi Larsen sum aftur er í toyminum kring besta liðið hjá barndómsfelagnum..

Avtalur eru gjørdar fyri restina av 2024. Her síggjast Ólavur Larsen (t.v.), Jákup Martin Joensen (t.h.) og Hjalti Lundsbjerg, næstformaður (Mynd: ÍF)

Avtalur eru gjørdar fyri restina av 2024. Her síggjast Ólavur Larsen (t.v.), Jákup Martin Joensen (t.h.) og Hjalti Lundsbjerg, næstformaður (Mynd: ÍF)

2024-04-24 18:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sum gitingar hava verið um seinastu vikuna - síðani samstarvi millum Aleksandar Jovevic, Bartal Eliasen og ÍF endaði - er nú veruleiki.

Fótbóltssíðan bolt.fo skrivaði fyrr í dag á heimasíðu sínari, at Jákup Martin Joensen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá ÍF. Hetta hevur ÍF í kvøld váttað. 

47-ára gamli eiðismaðurin var í fýra ár høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Eitt sindur inn í kappingarárið í fjør tók hann yvir í HB, sum Jákup Martin leiddi til steypagull.

Júst steypadysturin á Svangaskarði móti B68 verður fyrsta uppgávan hjá nýggja ÍF-høvuðsvenjaranum. 

Afturat honum verður ein kendur maður í felagnum, Ólavur Larsen. Liðið liggur í løtuni aftast við Betrideildini við ongum stigi.

Sí hvat ÍF skrivar um nýggju venjarasamansetingina niðanfyri

--------------------------------------------------------------------------

Avtala er gjørd millum ÍF og Jákup Martin Joensen um at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá ÍF. Avtalan er galdandi fyri restina av kappingarárinum 2024.

Jákup Martin er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur áður verið høvuðvenjari í Betri deildini. Fyrst stóð Jákup Martin á odda fyri Eb/Streymi frá 2019 til 2022, við góðum úrslitnum. Síðani tók hann yvir hjá HB í 2023, sum endaði nummar 2 í deildini, og vann hann steypafinaluna við HB sama árið.

Nýggi hjálparvenjari verður Ólavur Larsen, sum er kendur í felagnum. Ólavur hevur verið venjari hjá 2 deild og U21 í ár, men nú er avtala gjørd um at hann verður hjálparvenjari hjá Jákup Martin.

ÍF ynskir Jákupi Martin og Ólavi hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ynskja teimum alt tað besta.

Næsti dystur er longu í morgin á Svangaskarði ímóti B68 í steypakappingini, og tá verður nýggja venjaratoymið at síggja á síðulinjuni.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder