Fótbóltur

HB hevur fingið yvirtakið á KÍ

Nú eru tað tríggir sigrar á rað til havnarfelagið í skrásettum dystum millum arvafíggindarnar. Allir eru komnir innan seinastu vikurnar.

Tað sær í løtuni út til at ganga hvør sín veg hjá HB og KÍ. Liðið hjá Adolfo Sormani hevur koppað KÍ tríggjar ferðir í ár - við nógum av egnum ungum fólki (Mynd: Sverri Egholm)

Tað sær í løtuni út til at ganga hvør sín veg hjá HB og KÍ. Liðið hjá Adolfo Sormani hevur koppað KÍ tríggjar ferðir í ár - við nógum av egnum ungum fólki (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-25 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan hesum kappingarárinum hevði KÍ vunnið seks kappingardystir á rað móti HB. Talan var um allar tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini í bæði 2022 og 2023. 

Tann sigurin HB fekk í dystinum millum liðini í oktober 2021 var fýra dagar eftir, at KÍ hevði tryggjað sær FM-heiti. 

Í 2020 vann HB greipuna. Tað eydnaðist tó ikki at vinna nakran av innanhýsis dystinum í Betrideildini tað árið. Í kappingini um Løgmanssteypið sendi eitt skert HB-lið tó KÍ úr steypakappingini eftir brotssparkskapping við Djúpumýru.

Aftur í gjár sendi HB KÍ út í Klaksvík. Tað hevur tó seinastu árini verið eitt sindur ímillum, at HB'arar veruliga hava fingið fegnast um sigrar á arvafíggindanum. Sum Norðlýsið skrivaði í gjár, hevði HB undan kappingarbyrjan ikki vunnið móti KÍ í vanligari leiktíð í týdningarmiklum dysti síðani 2019.

[object Object]
HB'arnir fegnaðust aftur móti KÍ í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nógv at hugsa um í KÍ-leguni, har man hevur tað stríggið við so at siga øllum dystunum í løtuni og higartil hevur tapt fleri í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur liðið hjá Adolfo Sormani megnað tríggjar ferðir nú. Í øllum dystunum var talan um eitt-máls sigrar: 3-2 í stórsteypadystinum á Tórsvølli fyrst í mars, 1-0 í Gundadali 14. apríl og 3-2 í Klaksvík í gjár.

KÍ minkaði ikki um munin fyrrenn í 93. minutti, og HB-sigurin var fult uppiborin. HB sær út til at fáa nógv at eydnast og hongur væl saman, hóast so at siga allir sigrarir í ár eru smalir.

Hinvegin sær KÍ út til at mangla nógv - serliga í mun til seinastu mongu árini. Kanska er tørvur á eitt slag av sjálvsrannsakan í Klaksvík eftir enn eitt tap móti arvafíggindanum. Nakrir skaðar eru gamaní, men við líknandi úttrykki sum serliga í 1. hálvleiki í gjár verður liðið hjá Haakon Lunov ikki nær námind hæddunum frá seinastu árunum í Betrideildini og 2023 í Evropa.

Les meira um dystin í gjár og støðuna hjá feløgunum HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder