Fótbóltur

Mattias og teir sigraðu móti AaB

Føroyski landsliðsmálverjin stóð væl ímóti liðnum, sum bara vantar at staðfesta uppflytingina til Superliguna. Hetta útsetti Fredericia í gjár við 2-1 sigri.

24-ára gamli føroyski landsliðsmálverjin hevur skjótt staðfest seg sum fastan - og stinnan - málverja hjá einum av fremstu liðunum í næstbestu donsku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

24-ára gamli føroyski landsliðsmálverjin hevur skjótt staðfest seg sum fastan - og stinnan - málverja hjá einum av fremstu liðunum í næstbestu donsku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-26 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fredericia fer at vera ov stutt til eina uppflyting til Superliguna, men felagið liggur á 3. plássið í næstbestu donsku deildini, og í gjár sigraði Fredericia á AaB.

Liðið er á veg upp aftur í Superliguna saman við Sønderjyske, men í gjár fór AaB aftur til Aalbrgd við tapi og ikki einum Superliga-plássið. Fredericia skoraði tvær ferðir í 1. hálvleiki: Fyrst eftir hornaspark og síðani við frálíkum máli beint fyri steðgin.

til ber at síggja málini á tv3sport.dk

Stutt eftir steðgin minkaði AaB um munin. Mattias Lamhauge bjargaði annars væl í fyrstu syftu, men á flottan hátt fekk Oliver Ross returbóltin beindan í málið.

Mattias hevði tó nakrar aðrar bjargingar og fær eisini góð skoðsmál fyri hendan dystin. Millum annað var hann stinnur í ein-ímóti-einum støðu til endans, tá AaB burdi javnað.

2-1, 3 stig og hósdagin er oddaliðið Sønderjyske á skránni. Mattias og Fredericia hava fimm dystir eftir í NordicBet-deildini.

Sí eisini: Mattias aftur á vikuliðnum í Nordic-Bet-deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder