Hondbóltur

StÍF kroysti Kyndil allan vegin

Favorittarnir stríddust við at finna loysnir á Skála. StÍF var heilt væl við í aðru FM-finaluni, men Kyndil vann við einum máli og kann avgera alt leygardagin.

Natasja Hammer skoraði 8 mál móti barndómsfelagi sínum, sum royndi at ansa væl eftir nummar 11 hjá StÍF. Natasja og liðfelagarnir reistu seg eftir fyrstu finaluna (36-18), men tær í grønum tóku enn eitt fet móti FM-heitinum (Mynd: Sverri Egholm)

Natasja Hammer skoraði 8 mál móti barndómsfelagi sínum, sum royndi at ansa væl eftir nummar 11 hjá StÍF. Natasja og liðfelagarnir reistu seg eftir fyrstu finaluna (36-18), men tær í grønum tóku enn eitt fet móti FM-heitinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-02 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

18 mál vóru á muni í fyrstu finaluni í SMS-deildini sunnudagin, tá StÍF so at siga ikki var til staðar og Kyndil – við øllum síndum dygdum og við stórari sannføring – gjørdi sum man lysti á Hálsi.

Søgan var ein heilt onnur á Skála í gjárkvøldið, har StÍF kom við ógvuliga heilstoyptum avriki. Sum Malene Madsen segði eftir dystin: Nú kundu tær hyggja í eyguni á hvørjari aðrari.

Sí samrøðu við Malene Madsen (StÍF) HER

[object Object]
Kyndil fekk støðgað sterka strikuspælinum hjá StÍF sunnudagin...

[object Object]...men í gjár skoraði Malene fimm mál. Hon vann eisini StÍF nøkur brotskøst (Myndir: Sverri Egholm) 

Kyndil var annars á odda 16-13 í hálvleikinum, men slapp ongantíð heilt avstað frá heimaliðnum, sum í tveimum pørtum av 2. hálvleiki eisini var heilt omaná og einaferð á odda við tveimum málum.

Hetta var serliga við stríðsvilja og við at finna røttu álopsloysnirnar – um tað var við innspølum til stóru og sterku Malene Madsen, langskot frá Emmu Skovmand, ymiskt frá Natasju Hammer ella vongskot frá Yuriku Korimoto.

[object Object]Natasja í framlopi

[object Object]Um StÍF hevði vunnið, hevði Yurika Kurimoti verið dagsins "MVP". Japanski bakspælarin/vongurin var við at vinna FM í 2021 - í gjár vardi hon fyrimyndarliga yvirfyri besta spælaranum í deildini, umframt at Yurika skoraði fimm ferðir av vonginum 

[object Object]Jovana Stranjanac var tó aftur stinn í Kyndlismálinum við nógvum góðum bjaringinum - millum annað eftir vongskot (Myndir: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar av Skála í gjár

Yurika hevði ótrúliga gott tamarhald á Turið Arge Samuelsen. Japanski útispælarin hjá StÍF framdi uppgávuna við mansverju/sum høgur 2'ari við nógvari hugsavnan. Besti álopsspælarin í SMS-deildini kom ongantíð av álvara inn í dystinum, hóast Turið skeyt fimm mál - tíggju færri enn í fyrstu finaluni har hon nærum avgjørdi fyrstu tjúgu minuttirnar.

Hetta ørkymlaði tær grønu, ið leitaðu eftir loysnum í fleiri førum, har tað gjørdist stirvið og hakkut. StÍF-verjan var samanlagt eisini stinn, og Momoko Debes hevði umráðandi bjargingar, sum hildu heimaliðnum inni í dystinum.

[object Object]

[object Object]
Momoko Debes (f. Nakamura) 

[object Object]Ein sjáldsom sjón í gjár: Frítt skot til Turið Arge Samuelsen. Hon fekk tó nøkur góð mál 

[object Object]

[object Object]Blaðunga Joan Johannesen skoraði fýra mál av vonginum og millum annað nøkur týðandi mál seinastu løtuna. Inga Maria Roysdóttir, ið eisini er lám, gjørdi eisini tað (Myndir: Sverri Egholm)

Trupulleikin fyri StÍF var, at Jovana Stranjanac samanlagt hevði ein betri dyst í hinum málinum, og seinastu løtuna hevði Kyndils-verjan gott tamarhald á. StÍF manglaði nakað av megi og seinasta skerpni – tey í heimaleguni saknaðu eisini nakrar útvísingar.

Kyndil gjørdi nóg mikið til at knógva tí. Millum annað var umráðandi, at ungu Joan Johannesen og Inga Maria Roysdóttir fingu nøkur mál í høgru síðu, og at Nadja Pejovic hevði tvey heilt góð langskot, tá tað var læst. Tá hon økti til 23-26 við dundurskotii við trimum og einum hálvfum minutti eftir á klokkuni, var nærum greitt, at Kyndil fór at vinna. StÍF minkaði tvær ferðir, men ov seint var.

Tær í grønum fegnaðust - eitt sindur - men mest av øllum tyktust tær lættar yvir sigurin á Skála, har stuðulin til serliga heimaliðið var frálíkur, og har spenningur og inntensitetur var allan vegin.

Turið Arge Samuelsen viðurkendi eisini í viðtali við Portalin, at hetta ikki var úttrykkið, sum Kyndil fór eftir:  Turið: gjørdist nógv tættari enn vit ætlaðu

[object Object]

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Eftir úrslitið er greitt, at Kyndil kann avgera tað í næstu finaluni. Triðja finalan verður spæld leygardagin (4/5). Sum nú er, verður dysturin klokkan 15. Tað verður tó ikki á vanliga heimavøllinum hjá Kyndli á Hálsi. Hetta er av tí, at stórt tiltak verður í tí ítróttarhøllini. Ístaðin verður Hoyvíkshøllin karmur um dystin.

FM-finala nummar tvey í SMS-deildini
Í gjár, mikudagin 1. mai
StÍF (0) - Kyndil (2) 25-26 (13-16)

Toppskjútti: Natasja Hammer 8 mál
Sí dómaraseðil og dystargongd her

Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari

Triðja FM-finalan
Hoyvíkshøllin, leygardagin 4. mai

Sí eisini: 
Myndir: StÍF - Kyndil
Malene Madsen: - Kunnu hyggja hvørja aðra í eyguni eftir dystin
Turið Arge Samuelsen: - Gjørdist nógv tættari enn vit ætlaðu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder