Fótbóltur

HB eigur framvegis Havnina

Ein av egnu ungu spælarunum hjá HB avgjørdi grannauppgerðina, sum ger, at heili tíggju stig skilja partarnar eftir átta umfør. Fyritreytirnar í 2024 hava ikki verið betri hjá HB - B36 hevur bert tvey stig seinastu fimm dystirnar.

HB stríddi seg til sigurs í mjørkanum í Gundadali - tann sjeynda á rað samanlagt (Mynd: Sverri Egholm)

HB stríddi seg til sigurs í mjørkanum í Gundadali - tann sjeynda á rað samanlagt (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-05 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ikki síðani 2019 hevur B36 vunnið á HB, og ikki síðani 3. umfari hevur B36 - sjálvsútnevndur FM-biðil - vunnið ein dyst. Hetta er framvegis so eftir dagsins grannauppgerð í Gundadal.

Tjúkkur mjørki lá yvir fótbóltsmiðstøðina í høvuðsstaðnum. FM-dreymarnir hjá B36 eru fánaðir og burtur í tokanum av tungum dystum og vánaligum úrslitum. At HB vinnur tepurt á B36 hoyrir ikki beinleiðis undir hetta, og eftir leikgongdini og málmøguleikum burdi útfallið í dag verið øðrvísi.

Hetta var tó bert ein staðfesting av, hvussu tað gongur: HB dugir væl at stríða seg til ein sigur, og fleiri - eisini ungir - taka ábyrgd. Hjá B36 vantar eyðkenda kynisman og yvirskotið, ið kann avgera tættar fótbóltsdystir.

Tað var longu eftir fimm minuttir, at Jacob Johansson legði HB á odda. Eftir gott uppspæl og innlegg úr høgru, var Áki Samuelsen fyrstur og stútaði á stongina og tann annars nærum ósjónligi danski áleyparin var fyrstur á leysta bóltinum og prikaði hann í B36-málið til 1-0.

B36 hevði tríggjar stórar málmøguleikar fyri steðgin, og eftir ein tíma bragdaði. Tá hevði HB annars vart væl fyri í eitt korter, men so gjørdi Anton Søjberg bart á HB-hálvuni og spældi Mattias Hellisdal frían. 18-ára gamli innskifti miðvallarin var frískligt íkast, og her rann hann púra rætt og setti bóltin trygt niður í longra málhornið til 1-1.

Løtu seinni rakti Mattias yvirleggjaran, og B36 hevði av álvara yvirtikið. Brádliga svaraði HB tó aftur: Leivur Fossdal Guttesen var komin á vøllin í 2. hálvleiki og 22- ára gamli miðvallarin sveiggjaði sítt góða vinstra bein við brotsteigarmarkið eftir gott HB-spæl. Bólturin fór sendandi í longra málhornið, og so var stórur fagnaður í HB-húsinum. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Til ber at lesa uppaftur meira um dystargongdina HER

Hann hevur fingið stórt álit í ár, og vakra málið hjá Leivi gjørdist avgerandi í grannauppgerðini. B36 hevði annars stóran málmøguleika beint aftaná, men vildi hava brotsspark, tá Bjarki Nielsen fór um koll (fekk gult kort fyri film), men HB kundi eisini økt - serliga tá Áki Samuelsen rakti stongina.

Áki, Leivur og hinir stríddu seg tó til trý stig. Verjan er sum heild stinn, og hóast HB hevði hepni við í dag, so ger liðið hjá Adolfo Sormani eisini bara nógv væl fyri at vinna fótbóltsdystir í løtuni. Hjá B36 gongur tað illa, og liðið er so langt frá at røkka sínum málum og fýra stig frá evropeiskum plássi.

Ávaringarlampur blinka í B36-húsinum, og Dan Brimsvík og hansara menn eru fyri atfinningum og trýsti. Í dag bilti ikki so nógv í avrikinum, men niðurstøðan er hin sama: Meðan HB og Víkingur bara vinna, megnar B36 ikki hetta. Hetta var tann fimti á rað í dag uttan sigur í Betrideildini.

Betrideildin menn 8. umfar
Í dag, sunnudagin 5. mai

HB - B36 2-1 (1-0)
5' Jacob Johansson (Áki Samuelsen) 1-0
60' Mattias Hellisdal (Anton Søjberg) 1-1
82' Leivur Fossdal Guttesen (Hanus Sørensen)

Til ber at lesa upapftur meira um dystargongdina HER
Sì uppstillingar, hagtøl og annar her

ÍF-Skála ÍF 1-2 (0-2)
26' Karl Martin Johansen, br. 0-1
38' Ragnar Skála 0-2
90 (+4)' Elvio Gelmini 1-2

Sí meira um dystin her
Les eisini: Skála hevur skrætt seg leyst av niðurflytingarstríðnum

Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 24 stig
2. HB 21 stig
3. KÍ 18 stig 
4. NSÍ 15 stig 
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 1 stig

Í gjár, leygardagin 4. mai

EB/Streymur-Víkingur 1-3 (0-1)
28' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 0-1
61' Árni Nóa Atlason (Poul Kallsberg) 0-2
85' Andras Ólason Olsen (Tóki Johannesen) 1-2
90 (+1)' Martin Klein Joensen (Jákup Johansen) 1-3

KÍ-07 Vestur 2-0 (0-0)
73' Cedric Yambere 1-0
89' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0

Reytt kort: Frederik Holst (07 Vestur - 20')

Les meira: 
Ovaru liðini vunnu
Nú snýr tað seg serliga um at skava stig

B68-NSÍ 1-2 (1-0)
14' Bartal Páll Klein, br. 1-0
82' Búi Egilsson (Petur Knudsen) 1-1
90(+4)' Dion Splidt (Petur Knudsen) 1-2

Les eisini: NSÍ vendi grannauppgerðini seinastu minuttirnar

Dagført:20.09

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder