Hondbóltur

Video: - Spæli uttanlands so landsliðsmøguleikin er har

Bjarni í Selvindi er ikki argur um, at hann helst ikki spælir hesa vikuna. Hoyr 21-ára gamla bakkin av Skála seta orð á sítt skifti til Val, leiklutin hjá Allani Norðberg og menningina í Noreg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-06 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Høg leikferð, sterk mótstøða og støðug spælitíð.

Hetta eru umráðandi partar av uppskriftini uppá framgongdina hjá Bjarna í Selvindi seinastu mánaðirnar. Í øllum førum sambært honum sjálvum.

Bjarni hevur gjørt bart í bestu norsku deildini. Saman við Helga Hildarson Hoydal og Tróndi Mikkelsen var hann við at halda Kristiansand uppi. Í einum dysti skoraði hann 18 mál, og í mars varð Bjarni valdur á mánaðarliðið fyri Rema 1000-deildina.

Les eisini: 
Føroyingar gjørdu bart í avgerandi dystinum hjá Kristiansand
Bjarni á mánaðarliðnum í bestu norsku deildini
Bjarni skiftir til Val

[object Object]
Bjarni í Selvindi í gjøgnumbroti til landsliðsvenjingina í Hoyvík fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Alt hetta hevur tó ikki leitt til pláss í "høvuðshópinum" til HM-undandystirnar hesa vikuna - Bjarni í Selvindi er úttikin sum eykamaður til bakplássini. Hann er tó ikki argur, men heldur fram at arbeiða til venjingarnar og uttanfyri landoddarnar.

Eftir summarsteðgin verður tað í íslendska høvuðsstaðnum saman við Allani Norðberg í Vali. Bjarni heldur fyri, at Allan - ið eisini er uppvaksin í StÍF - hevur havt ein fingur við í spælinum í skiftinum, Avrikini hava eisini tala fyri seg, og Bjarni gleðir seg til at menna seg víðari undir dugnaligum venjara.

Hoyr samrøðuna við skálamannin ovast.

Sí eisini: Myndir: HM-fyrireikingarnar byrjaðu í Hoyvík

Sí eisini: (Video) Pauli Jacobsen: Royni at venja meg við verndarbrillurnar

Sí eisini: Tróndur Mikkelsen:- Eg vil hjálpa liðnum so væl sum gjørligt

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder