Fótbóltur

Føroyar standa í favorittleiklutinum í kvøld

Veddingarfyritøkur vísa greitt á hetta - tað sigur tó ikki allan sannleikan um kvøldsins uppgerð á Hálsi, ið kann væntast at vera tøtt.

Teis Horn Rasmussen og hinir eru til reiðar og gleða seg sum vera man at spæla fyri fullsettari høll á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Teis Horn Rasmussen og hinir eru til reiðar og gleða seg sum vera man at spæla fyri fullsettari høll á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-08 11:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Norðurmakedónia eru helst ógvuliga tøtt í løtuni. Bæði londini hava spælarar á høgum stigi - Norðurmakedónia hevur ongan í Bundesliguni men samanalagt fleiri á hægri stigi í yrkishondbólti. Millum annað hava teir úr Eurofarm Pelister í heimligu kappingini spælt Champions League hetta kappingarárið.

Har gjørdust millum Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel ein stórur biti tvær ferðir. Teir úr Eurofarm Pelister eru í gongd við tætt stríð í oddinum í Norðurmakedónia við RK Alkaloid og serliga RK Vardar 1961. So at siga allir í hópinum spæla við hesum trimum feløgunum. Tveir profilar - Mitrevski í málinum og Taleski á vinstra bakki - spæla við stórfeløgum í Portugal, og høgri vongurin spælir í Kekkia.

Sí eisini:
Venjarin er tann kendasti
Lazarov: Høvdu gjarna vilja møtt onkrum øðrum enn Føroyum
Elias: - Eg spæli mikudagin

Um hugt verður eftir styrkismetingini, útfrá úrslitum seinastu árini, er Norðurmakedónia eitt pláss frammanfyri Føroyar (19 og 20 í Evropa) Nógv bendir á, at talan verður um tætta uppgerð - ein av teimum mest spennandi í play-off umfarinum.

Føroyar standa sum favorittar til dystin á Hálsi í kvøld. Flestu veddingarfyritøkur hava odds á umleið 1,30 á heimasigur, og sigur til Norðurmakedónia gevur peningin líka yvir fýra ferðir aftur.

Harvið er tað ein rímilga greiður favorittleiklutur til Føroyar, men hetta skal ikki yvirtulkast. Í báðum førum verður heimaliðið favorittur. Nógv hevur verið tosað um heimavallarfyrimunin hjá Norðurmakedónia, og hann kann eisini gerast avgerandi sunnudagin. Tað at spæla á Hálsi gevur tó føroyingunum nakað eyka.

Sí eisini: 
Føroyar hava vunnið helmingin av heimadystunum seinastu trý árini
Bredsdorff: - Skulu helst vinna heimadystin 
Teis: - Tað er fantastiskt at koma heim til hetta

Fyrsta bríksl á Hálsi í kvøld verður klokkan 19. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá. Portalurin letur beinleiðis blogg upp tíðliga og verður eisini til staðar til upphitingina á OY, sum byrjar klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder