Fótbóltur

Dortmund er annað finaluliðið

Eydnaðist aftur at vinna 1-0 á PSG. So er spurningurin, um tað verður ein týskarafinala við Bayern, eins og í 2013, ella um Real Madrid enn einaferð kemur í eina CHL-finalu.

Dortmund helt málið reint í 180 minuttir móti Mbappé og PSG. 1. juni skal felagið spæla finalu á Wembley (Mynd: EPA)

Dortmund helt málið reint í 180 minuttir móti Mbappé og PSG. 1. juni skal felagið spæla finalu á Wembley (Mynd: EPA)

2024-05-08 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Borussia Dortmund hevur aftur tikið fótbóltsevropa á bóli og spælt seg í eina Champions League-finalu. Liðið endar helst á 5. pláss í Bundesliguni, men í Champions League hevur liðið hjá Edin Terzic gjørt bart.

Dortmund vann 1-0 á heimavølli í fyrru hálvfinaluni, og í París í gjár skoraði royndi verjuspælarin Mats Hummels einasta málið eftir upplegg frá Julian Brandt. Kylian Mbappé og hinir fingu einki mál í 180 minuttir, og harvið hevur PSG framvegis ikki lyft stóra steypið, nú Mbappé fer úr felagnum.

[object Object]
Dortmund hevur millum annað eisini sligið Atletico Madrid út úr kappingini í ár - hetta eftir dramatiska seinnu fjórðingsfinaluna (Mynd: EPA)

Dortmund vann Champions League í 1997 og var í finaluni á Wembley í 2013. Í ár er finalan aftur á Wembley og teir í gulum kunnu aftur møgta arga kappingarneytanum Bayern München.

Sigursvanda týska felagið skal royna at bjarga kappingarárinum. Tað krevst tó at vinna á einum uppaftur meira sigursvandum felagi, sum hevur verið greitt best í Champions League seinastu tíggju árini - og samanlagt.

Tað endaði 2-2 í fyrru hálvfinaluni millum Real Madrid og Bayern, og tí er lagt upp til satt brak á Santiago Bernabeu í kvøld. Seinna hálvfinalan millum evropeisku risarnar byrjar klokkan 20 í kvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder