Fótbóltur

Víkingur vann seg víðari eftir longda leiktíð

AB úr næstbestu deildini gav oddaliðnum í Betrideildini skarpan gang í fjórðingsfinaluni. Tað endaði 3-0, men ógvuliga óvæntað skuldu meira enn 90 minuttir til í Sarpugerði.

Arnbjørn Svensson varð sendur á vøllin, og í 100. minutti sendi hann Víking á sigurskós (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Arnbjørn Svensson varð sendur á vøllin, og í 100. minutti sendi hann Víking á sigurskós (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-08 22:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Betrideildini hevur tað gingið sum smurt hjá Víkingi: Átta dystir og átta sigrar. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er nú eisini í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, men hevur tó havt nakað av baksi við at koma higar.

Í áttandaspartsfinaluni kom Víkingur afturum í Hoyvík, men fekk vent tí í 2. hálvleiki móti liðnum úr nætbestu deildini.

AB úr 1. deild vitjaði í kvøld, og har kom fyrsta málið ikki fyrrenn í 100. minutti. Tað stóð innskifti Arnbjørn Svensson fyri.

Ein annar innskiftari Rani Hansen, sum vanliga spælir við næstbesta liðnum og sum í fjrø var í EB/Streymi, skoraði síðani tvær ferðir. Harvið endaði 3-0 eftir 120 minuttir í Norðragøtu.

Vìkingur byrjaði við fimm heilt ungum og óroyndum spælarum í Betrideildarhøpi og hevði profilar sum Geza Turi (á bonkinum) og Sølva Vatnhamar (skaðadarvaður) úti. Ungir sluppu framat, og spart varð helst eitt sindur til oddadystin móti KÍ sunnudagin. Tí var tað als ikki ætlanin, at neyðugt varð við 120 minuttum.

AB stríddist tó ógvuliga væl og vísti, at man kundi stríðast ímóti Víkingi - í Sarpugerði eisini. Orkan gekk tó nakað undan í longdu leiktíðini, har vælvandu víkingarnir settu tingini uppá pláss.

Sí liðuppstillingar og meira um dystin her

Nær við at verða ein heilt stórur steypaskelkur. Í morgin eru hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 8 mai
Víkingur - AB 3-0 eftir longda leiktíð (0-0)
100' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi)
108' Rani Hansen (Arnbjørn Svensson)
114' Rani Hansen (Árni Nóa Atlason)

Í morgin, hósdagin 9 mai
14.00: TB - B68
15.00: B36 - NSÍ
16.00: EB/Streymur - HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder