Annað

Føroyameistararnir í estetiskum fimleiki finnast um vikuskifti

20 lið í fimm aldursbólkum úr HF, Ljósinum, Klaksvíkar Fimleikafelag og Støkk kappast innleiðandi leygardagin og sunnudagin er finalan.

(Mynd: Fimleikasamband Føroya)

(Mynd: Fimleikasamband Føroya)

2024-05-09 13:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskifti skulu føroyameistararnir í estetiskum fimleiki finnast, og sum altíð verður kappast bæði leygardag og sunnudag.

Undir littum ljósum og í pyntaðari høll fara 20 lið á gólvið í høllini á Hálsi leygardagin. 20 lið í fimm aldursbólkum úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið, Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagnum Støkk kappast innleiðandi leygardagin klokkan 13.

Somu lið fáa aftur møguleikan dagin eftir klokkan 14, tá finalan verður og FM vinnararnir vera funnir og medaljur og steyp vera handað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder