Fótbóltur

TB varpaði B68 úr steypakappingini

Brotssparkskapping skuldi til við Stóra, og har vóru teir á heimaliðnum kaldari. Harvið verður eitt lið úr 1. deild í hálvfinaluni.

Gilli Rólantsson skoraði avgerandi brotssparki fyri barndómsfelagið í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson skoraði avgerandi brotssparki fyri barndómsfelagið í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-09 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør endaði steypakappingin hjá B68 við tapi í einari brotsparkskapping. Soleiðis varð eisini hesaferð. Í fjør var tað tó í sjálvari steypafinaluni móti HB á Tórsvølli - í fjórðingsfinaluni í dag var tað móti 1. deildarliði í Trongisvági.

Spurnarteknið um hvat Jákup á Borg og hansara menn megna verður størri og størri. Tað er tó til alla æru vert hjá TB, at tað eydnaðist í dag.

B68 legði seg á odda tíðliga í 2. hálvleiki, men Nikolai Johannesen og TB svaraðu aftur.

1-1 eftir 90 minuttir og tað sama eftir 120 minuttir. Harvið brotssparkskapping og stórur spenningur á mongu áskoðarunum við Stóra. Meginpartin av teimum kundu at enda stórfegnast, tí TB skoraði uppá øll síni brotsspørk.

Málverjin Anders Tønnesen bjargaði væl skotinum hjá Karsteni Clementsen og skoraði aftaná væl sjálvur. Gilli Rólantsson Sørensen var púra tryggur, tá TB-liðformaðurin kundi avgera. Hann og allir aðrir TB’arar kunnu harvið gleða seg til spennandi hálvfinaluuppgerðir móti Betrideildarliði.

TB - B68 6-5 eftir brotssparkskapping - 1-1 eftir longda leiktíð
48' Hanus Højgaard 0-1
79' Nikolei Johannesen (Torkil Úlvur Jespersen Holm) 1-1

Brotssparkskapping: 
Bartal Páll Klein 1-2
Nikolei Johannesen 2-2
Sebastian Lau Nielsen 2-3
Olivur René Thomsen 3-3
Anders Tønnesen bjargar
Anders Tønnesen 4-3
Ragnar Samuelsen 4-4
Einar Thorsteinsson 5-4
Áki Johannesen 4-4
Gilli Rólantsson Sørensen 5-4

Sí meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder