Fótbóltur

HB vann eftir tógvið stríð í Streymnesi

EB/Streymur var á odda og brendi brotsspark - liðið hjá Adolfo Sormani vendi dystinum við innskiftarum sum avgerandi monnum, og er sum síðsta liðið víðari til hálvfinalurnar.

Hanus Sørensen avgjørdi í fjør steypafinaluna fyri HB - í dag kom hann á vøllin við Margáir, legði upp og skoraði síðani í longdu leiktíðini. Steypavinnararnir skulu spæla hálvfinalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanus Sørensen avgjørdi í fjør steypafinaluna fyri HB - í dag kom hann á vøllin við Margáir, legði upp og skoraði síðani í longdu leiktíðini. Steypavinnararnir skulu spæla hálvfinalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-09 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í øllum hinum fjórðingsfinalunum, vóru 90 minuttir ikki nógv mikið, tá HB og EB/Streymur hittust við Margáir seint seinnapartin. Og eins og í fleiri dystum fyrr í ár, rakk leikliga avrikið hjá HB als ikki hæddunum, men liðið hjá Adolfo Sormani knógvaði kortini ein sigur heim.

EB/Streymur var omaná fyri stegðin. Í 17. minutti fekk heimaliðið brotsspark, sum Filip Djordjevic tó brendi - ella ungi málverjin Rasmus Nilsson bjargaði. Tólv minuttir seinni glapp hjá EB/Streymi. Ungi spennandi vinstri vongbakkurin Virgar Jónsson gjørdi gott forarbeiði í vinstru og legði innfyri til Tóka Johannesen, sum gjørdi arbeiðið liðugt.

HB hevði trupult við at skapa upplagdar málmøguleikar, men millum annað Hanus Sørensen og Áki Samuelsen vóru komnir á vøllin - HB roteraði nógv í dag - og í 75. minutti legði Hanus frálíka alvering fram til Áka, sum tók bóltin hegnisliga við sær og javnaði. Magnus Holm Jacobsen kom eisini á vøllin til sínar fyrstu minuttir í ár og gjørdi mun.

Bæði liðini høvdu møguleikar at avgera, men í 2. hálvleiki í longdu leiktíðini fall tað til HB. Fyrst var tað Hanus Sørensen, sum beint við sjálvan miðkringin hamraði til. Miðvallarin sá, at Jóannes Davidsen stóð langt út. Málerjin hjá EB/Streymi royndi ikki at lofta ella parera men heldur at boksa bóltin. Hetta miseydnaðist fullkomiliga, og bólturin varð boksaður inn í egið mál.

Fimm minuttir seinni stongdu ein danskur áleypari og ein av egnu ungu hjá HB - innskiftu Jacob Johansson og Jógvan Elmarsson Ósa - endaliga dystin. 

Steypavinnararnir eru harvið víðari til hálvfinalurnar. EB/Streymur gav aftur einum av ovaru liðunum skarpan gang, men tað rakk ikki til nakað ítøkiligt.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið

EB/Streymur - HB 1-3 eftir longda leiktíð  - 1-1 eftir vanliga leiktíð
29' Tóki Johannesen (Virgar Jónsson) 1-0
75' Áki Debes Samuelsen (Hanus Sørensen) 1-1
107' Hanus Sørensen 1-2
112' Jacob Johansson (Jógvan Elmarsson Ósa) 1-3

Sí meira um dystin her

Í dag, hósdagin 9 mai
B36 - NSÍ 3-2 eftir longda leiktíð 2-2 eftir vanliga leiktíð
19' Zean Peetz Dalügge (Jann Julin Benjaminsen) 1-0
45' Marius Kryger Lindh (Jann Julin Benjaminsen 2-0
54' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
90 (+6)' Klæmint Andrasson Olsen (Aron Knudsen) 2-2
104' Marius Kryger Lindh (Gutti Dahl-Olsen)

Les eisini: B36 vann seg víðari eftir longda leiktíð

TB - B68 6-5 eftir brotssparkskapping 1-1 eftir longda leiktíð
48' Hanus Højgaard 0-1
79' Nikolei Johannesen (Torkil Úlvur Jespersen Holm) 1-1

Brotssparkskapping: 
Bartal Páll Klein 1-2
Nikolei Johannesen 2-2
Sebastian Lau Nielsen 2-3
Olivur René Thomsen 3-3
Anders Tønnesen bjargar
Anders Tønnesen 4-3
Ragnar Samuelsen 4-4
Einar Thorsteinsson 5-4
Áki Johannesen 4-4
Gilli Rólantsson Sørensen 5-4

Les eisini: TB varpaði B68 úr steypakappingini

Í gjár, mikudagin 8 mai
Víkingur - AB 3-0 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir longda leiktíð
100' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi)
108' Rani Hansen (Arnbjørn Svensson)
114' Rani Hansen (Árni Nóa Atlason)

Les eisini: Víkingur vann seg víðari eftir longda leiktíð

Dagført: 00:23

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder