Fótbóltur

Video: - Havi ferð og renniorku - skal verða meira bólttryggur og kyniskur

Ári Mohr Jónsson veit ikki enn, um hann fer at byrja í morgin aftur, men hann vil verða meira støðugur á landsliðnum, har hann følir, at hann hevur nakað at geva.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-11 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið spældi hann sín A-landsdyst nummar tíggju. Talan er ikki vorðin um fleiri hjá 27-ára gamla havnarmanninum, serliga orsakað av skaðum.

Í samrøðuni dagin fyri dystin móti Skotlandi kemur hann inn á, at tað er  umráðandi at vera meira fast við, og hvat hann kann koma við.

Vinstri vongbakkurin úr Sandnes Ulf úr Noreg sigur eisini, at tað at spæla á Tórsvølli gevur eitt boost, og at føroyska liðið skal vísa sama hugburð sum móti Eysturríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder