Fótbóltur

Ronaldo sett nýtt met

36-ára gamli áleyparin úr Portugal skoraði í gjárkvøldið sítt hattrikk nummar tíggju í landsliðshøpi og tók harvið einsamallur eitt met, ið varð sett fyri næstan 90 árum síðani.

Cristiano Ronaldo hevur nú skorað 115 mál í 182 A-landsdystum fyri Portugal (Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo hevur nú skorað 115 mál í 182 A-landsdystum fyri Portugal (Mynd: EPA)

2021-10-13 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðsta mánaða tók hann metið fyri flest skrásett landsliðsmál fyri ein mannligan fótbóltsleikara, ið Ali Daei úr Iran hevði frammanundan - hann skoraði 109 mál. Í gjár legði maðurin av Madiera afturat hesum meti  og við teimum trimum málunum í 5-0 sigrinum á Luksemborg hevur Ronaldo nú flest landsliðshattrikk yvirhøvur.

Tá 13 minuttir vóru leiktir á Estádio Algarve hevði 36-ára gamli liðformaðurin hjá heimaliðnum skorað tvær ferðir úr ellivu metrum - hann hevur nú 16 mál uppá brotsspark fyri Portugal. Síðani gekk eina góð løta til hattrikki kom, hóast Ronaldo hevði eitt frálíkt saksaspark, ið kundi givið mál. Í 87. minutti fekk hann aftur møguleikan og stútaði bóltin í málið til 5-0 til Portugal. 

[object Object]
Ronaldo stútar her eitt søguligt mál móti Írlandi - í gjár var tað móti Luksemborg (Myndir: EPA)

Harvið er Luksemborg nú tað landið, ið Ronaldo hevur skorað flest mál ímóti - átta - og tvey ár eftir sítt hattrikk nummar níggju fyri landsliðið, ið kom móti Litava, ið nummar sjey hevur skorað sjey ferðir ímóti, eins og móti Svøríki, hevur Cristiano Ronaldo nú tikið metið fyri hattrikk einsamallur. 

Sven Åke Albert Rydell var fram til 2014 mest skorandi svenski landsliðsleikarin nakrantíð. Zlatan tók metið fyri mál, men Rydell skoraði 49 mál í bert 43 landsdystum og harav níggju hattrikk - tað seinasta í Stokkhólmi í 7-1 sigri á Finnlandi 16. mai 1932. 

Cristiano Ronaldo gjørdist fyri kortum tann leikarin úr Evropa, ið hevur spælt flest skrásettar landsdystir. Talið kom í gjár upp á 182 dystir - fyrrverandi Real Madrid- liðfelagin Sergio Ramos hevur spælt 180 dystir. Í hesum 182 dystunum hevur Ronaldo skorað 115 mál. Tíggju ferðir hevur talan verið um trý mál í sama dysti. Eitt av hattrikkunum hjá Ronaldo kom móti Føroyum, 31. august 2017 í Porto.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder