Fótbóltur

Myndir: Fyrireika seg í Kiev

Liðið hjá Lene Terp skal aftur í eldin í HM-undankappingini hóskvøldið. Hetta verður fyrsti dysturin hjá Ukraina í kappingini, og mett verður at føroyska liðið kann spæla meira við enn móti Skotlandi og Spania.

Birita Ryan og Julia Naomi Mortensen á leikvøllinum í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Birita Ryan og Julia Naomi Mortensen á leikvøllinum í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2021-10-19 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kom A-landliðshópurin hjá kvinnum uppá pláss í ukrainska høvuðsstaðnum, og í gjárkvøldið var fyrsta venjingin í Ukraina á skránni.

Hóskvøldið 21. oktober klokkan 17 føroyska tíð verður frysta bríksl í HM-undankappingardystinum millum Ukraina og Føroyar.

Føroyska liðið tapti samanlagt 17-1, tá spælt varð móti Spania og Skotlandi, tveimum teimum sterkastu liðunum í bólkinum, í síðsta mánaða. 

Ukraina verður ikki mett at vera eins sterkt. Hetta verður fyrsti dystur hjá Ukraina í bólkinum - hini fýra hava spælt tveir.

Føroyski hópurin: 
Ásla Johannesen, AGF (DK)
Julia Naomi Mortensen, AGF (DK)
Rakul Maria Johannesen, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Jacoba Langgaard, B36
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS
Kára Djurhuus, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Maria á Lakjuni, Víkingur
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Monika Biskopstø, AaB (DK)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder