placeholder
Fótbóltur

B36-Víkingur avlýstur

Dysturin í Betri deildini millum B36 og Víking er avlýstur orsakað av einum koronutilburði.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-24 15:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orsakað av einum koronutilburði, er dysturin millum B36 og Víking, sum skuldi vera á Ovara vølli í Gundadali klokkan 15:30, avlýstur.

Hesum boðaði B36 frá fyri løtu síðani.

Talan er um ein persón í hópinum hjá B36, sum hevur fingið staðfest koronu í dag. Allur hópurin og fólk kring hópin skulu nú kannast.

Hinir dystirnir standa enn at vera leiktir.

B36 - Víkingur (Avlýstur)
07 - Vestur (kl. 15:30)
ÍF - NSÍ (kl. 15:30)
KÍ - EB/Streymur (kl. 15:30)
B68 - TB (kl. 15:30)

Dagført kl. 15:59

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder