Fótbóltur

Video: - Kempi upplivilsi at spæla fyri fantastisku føroysku áskoðarunum

- Tað var ekstasa eftir málið: Summir royndi at fáa fatur á bóltinum fyri at koma skjótt í gongd aftur, summir jublaðu, Klæmint fór úr troyggjuni og kastaði hana út til áskoðararnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-13 00:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

27-ára gamli Hørður Askham, ið byrjaði inni í sínum fyrsta undankappingardysti í 26 mánaðir náddi at hugsa: 

 - F****, er tað ein av teimum døgunum aftur nú.

Tað var eftir at Schmeichel bjargaði stútara frá Klæminti Olsen, men beint aftaná: 

- Heldigvís gjørdi hann tað gott aftur, og skoraði eitt fantastiskt mál.

Í teimum báðum dystunum kundu føroyingar serliga iðra seg um mongu brendu málmøguleikarnar, men í kvøld var tað málini, ið Danmark skoraði uppá teir fáu opnu málmøguleikarnar, ið teir fingu, harav tvey vóru tilvildarlig: 

- Man kann ikki ordliga snakka um held, tá teir eru so góðir, men ja; teir vóru kyniskir og skoraðu uppá tað, sum teir høvdu.

Miðverjin sigur, at tær royndirnar hann hevur fingið í kvøld, helst fara at hjálpa honum í framtíðini.

Sí eisini samrøður við málskjútta og mannin, ið átti uppleggið.

Klæmint Andrasson Olsen: Hetta fer at mala í heysinum í alla nátt

Jákup Biskopstø Andreasen: - Eg vil siga tað, at Klæmint skyldaði mær eitt mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder