Fótbóltur

Hegga Samuelsen høvuðsvenjari hjá Undrinum

Undrið sum komandi kappingarár spælir í næstbestu deildini hevur sett venjaratoymið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-14 13:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Innslag sum vit gjørdu í september 2021 tá Undrið tryggjaði sær uppflyting í 1. deild)

Fótbóltsfelagið Undrið sum í fjør flutti upp í næstbestu deildina í Føroyum fær nýtt venjaratoymi til komandi kappingarár.

[object Object]Hegga Samuelsen og Arnar Lognberg, formaður í Undrinum

Høvuðsvenjari verður Hegga Samuelsen. Afturat honum vera Símun Waag Høgnesen og Leivur Simonsen hjálparvenjarar. 

Hegga Samuelsen hevur drúgvar royndir sum venjari. Millum annað hevur hann staðið á odda fyri besta liðnum hjá ÍF og 07 Vestur í fremstu deildini. Síðani 2017 hevur hann verið hjálparvenjari hjá U21 landsliðinum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Símun Waag Høgnesen hevur verið partur av felagnum í nógv ár, bæði sum leikari og venjari. Símun hevur eisini drúgvar royndir úr øðrum feløgum.

Leivur Simonsen hevur áður spælt við Undrinum í fleiri ár. Hann er farin undir A-venjara útbúgving, og hevur seinastu árini verið venjari í ungdómsdeildini hjá FC Hoyvík.

Sí eisini: Video: Vóna at vit kunnu verða næsta felagið, ið brýtur ígjøgnum í Føroyum

Sí eisini: Myndir: Vunnu seg upp í fyrstu deild


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder