Fótbóltur

Argjamenn vístu hvør dugur er í teimum hóast ruðuleika rundan um felagið

Næstseinasta umfar áðrenn landsliðssteðgin varð avgreitt um vikuskiftið. Víkingur kundi hála inn á KÍ, men fekk bara javnleik. HB vann sín fyrsta landskappingarsigur síðani 18. apríl, og AB vann uppiborið móti B36.

(Skiggjamynd: Televarpið)

(Skiggjamynd: Televarpið)

2022-05-22 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá klokkan nærkaðist átta í kvøld var stórur fagnaður á Ovara vølli í Gundadali. Ikki á heimaliðnum, sum undan dystinum mátti metast at vera favorittur, men á AB leikarum og viðhaldsfólkunum, sum vóru komin at stuðla sínum liði.

AB hevur verið fyri nógvum atfinningum seinastu dagarnar í sambandi við sáttmálarnar við útlendskar leikarar. Í vikuni takkaði Bagge fyri seg sum venjari, og fyribils vóru Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen settir sum venjarar. Eftir tapta steypadystin mikukvøldið ímóti HB, valdu teir báðir eisini at takka fyri seg, og í dag stóð ítróttarstjórin á Argjum, Jonas Dal Andersen, á odda fyri tí, sum fleiri hava rópt sum eitt kreppurakt lið.

[object Object]AB-leikarar fegnast saman við fyribils venjaranum, Jonas Dal Andersen, eftir dystin í Gundadali (Skíggjamynd: Televarpið)

Hetta vildu AB-leikararnir ikki hava sitandi á sær, og bardust sum úlvur á skóg fyri hvørjum øðrum í dag, og komu uppborið á odda tá 50 minuttir vóru leiktir. Brian Jakobsen javnaði fyri B36 í 82. minutti, og meðan heimaliðið jagstraði málið til 2-1 og øll trý stigini eydnaðist tað AB at fara í skjótálop. Skjóti Agustín Marsico var tryggur og legði AB á odda 2-1 í 88. minutti.

Trý stig til AB, sum lyftir seg upp úr botninum og liggur nú á sætta plássi við 13 stigum.

B36 liggur framvegis á triðja plássið, men hevur nú eins og nógv stig sum HB, 19 stig.

Teir reyðu og svørtu úr HB høvdu fyrr í dag vitjan av 07 Vestur. HB-liðið, sum akkurát vann á AB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini mikudagin, spældi í dag væl betri, og vann trygt 3-0. Vágamenn fingu reytt kort tá 50 minuttir vórðu leiktir, og samstundis fekk HB hol á málskjótingina við brotssparki.

Hetta var fyrsti sigurin hjá HB í landskappingini síðani 18. aprí, tá tað eydnaðist vinna á útivølli í evstu løtu móti Skála.

B68 tók ímóti EB/Streymi, og skuldi við Jákup á Borg sum nýggjum venjara restina av kappingarárinum, royna at skava trý stig saman og vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna. Hetta eydnaðist ikki í dag. Gutti Dahl-Olsen skoraði tá 10 minuttir vóru leiktir og legði EB/Streym á odda. Fleiri mál komu ikki, og sundalagsmenn við nú 17 stigum vilja sostatt ikki sleppa B36 og HB á triðja og fjórða plássið.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Stóri dysturin í dag var millum Víking og KÍ í Sarpugerði. Nógv fólk var komið til dyst, tí vann Víkingur, kundu teir hála inn á KÍ í oddastríðnum, men vunnu klaksvíkingar, var FM at kalla avgjørt.

Sí eisini: Myndir: Málleysur toppdystur í Norðragøtu

Tað gjørdist hvørki. Hóast Andreas Lava Olsen og hinir á víkingaliðnum vóru sera nær við, vildi bólturin ikki inn. Einki mál kom í dystinum, og liðini máttu taka til takkar við einum stigi hvør.

Ein dystur varð leiktur í gjár, tá NSÍ vann sær trý kærkomin stig móti Skála.

Eitt umfar er eftir áðrenn landssteðgur verður. A-landsliðið hevur fýra Nations League-dystir á skránni fyri juni mánað, og U21-landsliðið skal spæla tveir EM-undankappingardystir. Hóparnir verða úttiknir í morgin.

Úrslit og málskjúttar 11. umfar

B36 - AB 1-2 (0-0)
50’ Sjálvmál 0-1
82’ Brian Jakobsen 1-1
88’ Agustín Marsico 1-2

HB - 07 Vestur 3-0 (0-0)
50’ Daniel Johansen 1-0 (br.)
67’ Áki Debes Samuelsen 2-0
80’ Adrian Rúnason Justinussen 3-0

B68 - EB/Streymur 0-1 (0-1)
10’ Gutti Dahl-Olsen 0-1

Víkingur - KÍ 0-0

Skála - NSÍ 1-4 (0-2)
13’ Hans Marius Davidsen 0-1
28’ Einar Tróndargjógv 0-2
46’ Klæmint Andrasson Olsen 0-3
78’ Ari Ólavsson Ellingsgaard 3-1
88’ Hans Marius Davidsen 4-1

Stigatalva Betri deildin menn

1. KÍ (31 stig)
2. Víkingur (25 stig)
3. B36 (19 stig)
4. HB (19 stig)
5. EB/Streymur (17 stig)
6. AB (13 stig)
7. NSÍ (12 stig)
8. 07 Vestur (9 stig)
9. Skála (5 stig)
10. B68 (5 stig)

12. umfar

Víkingur-AB (Hósdagin 26. mai 15:00)
KÍ-EB/Streymur (Fríggjadagin 27. mai)
B36-HB (Fríggjadagin 27. mai)
B68-NSÍ (Fríggjadagin 27. mai)
07 Vestur - Skála (Leygardagin 28. mai)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder