Fótbóltur

Føroyaleikir settir í Gunddali

Føroyaleikir 2022 vóru í kvøld settir í Gundadali. Næstu dagarnar fara 2000 ítróttarfólk at kappast.

2022-06-30 23:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klokkan 18 í kvøld vórðu Føroyaleikir 2022 settir á ovara vølli í Gundadali. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í hesum sambandi, at tað var ikki sørt, at tankarnir leitaðu aftur til 1989, tá ið Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum.

- Tað var fyrstu ferð, at vit hildu Oyggjaleikir í Føroyum, men Føroyaleikirnir í fjør prógvaðu í øllum førum til fulnar, at vit í Føroyum eru klár, tá ið stór tøk skulu takast. Tí at byrja Føroyaleikir var ein sera væl hugsað og røtt avgerð, sum Ítróttasambandið skal hava rós fyri, segði Heðin Mortensen.

- Í fjør kappaðust 1.260 ítróttarfólk í 19 ymsum ítróttargreinum, men í ár kunnu vit fegnast um, at tað eru 2.000 ítróttarfólk, harav eini hundrað eru útlendingar.

- Tá ið hugskotið um hesa summarkappingina kom fram, vóru vit í Tórshavnar kommunu til dystin fús at hjálpa til og at stuðla – og tað sama vóru Klaksvíkar, Runavíkar og Vágs kommunur.

- Ætlanin er, at leikirnir skulu fevna um allar føroyskar ítróttagreinar, sum eru umboðaðar í ÍSF og her eru stórir vakstrarmøguleikar. Skipað verður fyri kappingum í fýra ymsum kommunum kring landið.

- Hesar næstu dagarnar fara tit at kappast í smærri og størri ítróttargreinum, bæði innandura og uttandura, og vit fara spent at fylgja við, hvussu hilnast. Sum altíð, tá ið kappast verður í ítrótti, hava vit í bakhøvdinum gamla slagorðið um “eina sunna sál í einum sunnum likami”.

- At seta sær mál og at røkka teimum, er altíð stuttligt, men tann sosiala samveran er eisini týdningarmikil. Óansæð um tit kappast sum einstaklingar ella lið, so ber einki til uttan felagsskapin, sum er berandi elementið í slíkum leikum sum hesum.

- Tit koma hesar næstu dagarnar at knýta nýggj vinarbond, heilsa upp á vinir og kenningar, stuttleika tykkum – bæði í kapping og uttan fyri kapping. Á Føroyaleikunum koma tit at fáa nøkur góð minni at goyma um góðar dagar saman við øðrum, ið vilja tað sama sum tit.

- Nú er setanarhátíðin á skránni, og eg veit, at tit eru spent og klár til at fara í gongd, tá ið kappingarnar byrja. Eg vil fegin ynskja tykkum øllum góða eydnu við tykkara kappingum, og at tit í besta ítróttaranda mugu njóta hvørja løtu á Føroyaleikunum 2022.

- Hetta er stórt og hetta er spennandi, og sum ítróttarfólk bakka tit ikki fyri avbjóðingum, tí tað eru tær, ið fáa tykkum at blíva við og at gera tykkara besta, sum altíð má vera aðalmálið. Við hesum orðum lýsi eg Føroyaleikirnar 2022 at vera settar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder