Annað

33 ross kappast við Flúgvarabedingina í dag

Seinnapartin í dag er árliga heystkappríðingin hjá Vága Ríðingarfelag.

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

2022-08-13 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin klokkan 15 verður árliga heystkappríðingin hjá Vága Ríðingarfelag, og vera tað ikki færri enn 33 ross, ið fara renna kapp.

Vanliga eru nógv fólk og hyggja og nú veðurvánirnar eru so góðar, kann væntast at tað vera heilt fitt av fólkið á Flúgvarabedingini í dag, skrivar Ríðisamband Føroya.

Kappingin er liður í FM kappingini sum ríðisamband Føroya skipar fyri. Har eru fimm kappingar við, sum geva stig til FM kappingina. Tær eru Leynavatn, Várkappríðingin í Vágum, Ólavsøka, Heystkappríðingin í Vágum, og Heystkappríðingin í Havn.

Paringin til kappingina í dag sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder